Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dygdin á føroyska vælferðarsamfelagnum kann verða mett eftir í hvønn mun, rættarsamfelagið røkkur hagar, tørvurin er. Her kunnu vit einfalt viðurkenna, at nøkur stríðast - veri tað seg smábørn, børn, ung, foreldur, vaksin, eldri og avvarðandi. Tilmælini og heildarætlanirnar eru mangar, og kunnu vit staðfesta, at eitt ávíst arbeiði longu er gjørt. Nú tørvar okkum eina samanhangandi og yvirskipaða heildarætlan, sum skipar rættindi okkara frá vøggu til grøv, og sum byggir á ta fatan, at øll eru heil menniskju. Vælferðartænastur eiga sostatt í dygd at hanga saman og at vera lógartryggjaðar við neyvum og ítøkiligum orðingum, tí um tað lítla ikki virkar, virkar heildin heldur ikki.

Íborna virðing og tign
Sum samfelag hava vit við lóg viðurkent, at øll menniskju hava virðing og tign íborna, og at vit í einum framkomnum rættarsamfelag øll eiga somu ómissandi rættindi, og at hesi eru grundarlag undir einum frælsum og rættvísum lívi. Hetta eru sáttmálaorðingar, sum vit tí hava skyldu at vísa í verki, eitt nú sum grundarlag fyri menniskjaáskoðan okkara.

Hetta gevur bæði meining og er eisini ein samfelagsskylda, at vit lætta um hjá teimum, ið stríðast við at lurta eftir teimum og veita rættindi eftir tørvi og ikki diagnosu.

Til dømis um tað er eitt brek, sum sæst við føðing, at eitt tilboð er klárt, so foreldur og avvarðandi ikki noyðast sjálvi at stríðast. Ella um onkur okkara fær eitthvørt brek seinni, at hesi verða loftað við eins góðum heildarskipanum eftir persónliga tørvinum og ráðgeving til heila menniskjað - likam, sál, virksemi, starv, bústað og í góðum samskifti við avvarðandi.

Rættarsamfelagið eigur at røkka øllum
Rættarsamfelagið eigur í verki at taka atlit til at tillaga lógir soleiðis, at hesar eisini røkka fólki, sum bera brek.

Sostatt er neyðugt at virka fyri at menna ein: viðurkennandi hugburð, at byggja fleiri heim og bústaðir, at stytta bíðilistar, at bjóða tilboð og tænastur eftir tørvi heldur enn diagnosum, at fáa nøktandi viðgerðir til tey, ið tørva serlækna, tilboð til virksemi ella starv til ung eftir miðnám, breitt at styrkja sálarheilsu serliga hjá børnum og ungum, betri demenssamskipan, at fáa lógina um almannatrygd og tænastur breiðari at virka, eina góða tilgongd til enn fleiri, málmenning, samstarv millum geirar, land og kommunur og ja, og so okkurt afturat.

Fyri at savna hesar fjølbroyttu tættir skulu og mugu vit hugsa í tættari samskipan millum viðkomandi partar og helst skipað í eini miðvísari langtíðarætlan. Her fáa vit møguleika at møta tí lítla í stóru heildini, sum menniskjað jú er.

Tilmæli, ætlanir og álit
Seinastu árini eru mong tilmæli, fleiri heildarætlanir og nøkur álit handað ymisku landsstýrisfólkunum. Eitt vælaverk, sum bæði er upplýsandi og væl úr hondum greitt. Tó vísir tað seg fyrst og fremst at vera ein avbjóðing, at fáa hesi sett í verk, sum tey eru ætlað, og harnæst, at tilmæli, ætlanir og álit sum heild ov sjáldan byggja hvørt á annað ella verða samantvinnað til frama fyri heila menniskjað. 

Fyri at nevna nøkur: Tilmæli um trivnað í fólkaskúlanum, Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, Í góðum hondum, Tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum,

Fyri barnsins besta - námsfrøði er treyt fyri góðum dagstovnum, Børn við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, Ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving, kanning um happing í fólkaskúlanum, og eg kundi nevnt fleiri.

Neyðugt er í framtíðini at síggja avbjóðingar og loysnir í einum og sama høpi, so vit megna at møta tí lítla í tí stóra, og at fremja loysnir á fleiri økjum samstundis. 

Ein av glottunum seinastu tíðina, sum eisini vónandi verður væleydnað og fyridømi, er Barnaverkætlanin, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið stendur fyri. Verkætlanin er hugsað sum tætt samstarv millum BUMR, Kommunufelagið, Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið. Her hava landsstýrisfólkini og formansskapurin í Kommunufelagnum skrivað undir eitt politiskt semjuskjal, sum vónandi fer at tryggja trygga grundarlagið.

Lógartryggjað heildarætlan
Dygdin á føroyska vælferðarsamfelagnum kann verða mett eftir í hvønn mun, rættarsamfelagið røkkur hagar, tørvurin er. Fyrr í vár skrivaðu MEGD og øll 24 limafeløgini í felag undir yvirlýsing, ið varpar ljós á álvarsamar avbjóðingar hjá børnum og ungum, ið bera brek, og hvørjar loysnirnar møguliga kunnu vera. Tá ið vit harvið vita, at fleiri stríðast, eiga vit at stremba eftir eini meira samanhangandi og lógartryggjaðari ætlan, sum verður fíggjað, og sum í smálutir skipar rættindi hjá okkara børnum og ungum alt lívið. Tí um tað lítla virkar, virkar heildin.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo