Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið eg hugdi eftir Degi og viku mánakvøldið í vikuni, sum nú fer, har býráðslimur í Fuglafirði í stovu síni situr og lesur upp úr einum innanhýsis notati.

Høvuðsboðskapurin var, at Bakkafrost skal hava hótt og trýst seg til eina avtalu við Fuglafjarðar kommunu.

Eg skal bara boða frá, at eg, sum eisini eri partur av Fuglafjarðar býráði  hvørki eri hóttur ella trýstur til nakað sum helst.

Bakkafrost og Havsbrún hava fyri langari tíð síðani gjørt Fuglafjarðar kommunu greitt, at teir hava sera stórar útbyggingarætlanir fyri teirra virki – serliga fóðurvirkið.

Ja, vit hava vitað leingi, at her er talan um eina íløgu, sum fer at tátta upp í móti einari hálvari milliard krónum, um hon verður gjørd í Fuglafirði.

Tað er ein sjálvfylgja, at tað hevur verið týdningarmikið fyri teir at vita, um hetta kundi lata seg gera í Fuglafirði ella ikki. Er Fuglafjarðar kommuna sinnað at vera partur av hesum, ella ber tað ikki til.

Um hetta ikki ber til í Fuglafirði, hvat teir annars alla tíðina klárt hava givið til kennar, at teir vóna kundi bera til, ja, so mugu teir umhugsa aðrar møguleikar.

Tað er ikki nøkur hóttan. Tað er bara ein vinnuligur veruleiki.

Annars er tað nokk so áhugavert, at Kringvarpið bara lýsir hetta málið frá einari síðu. Teir siga m.a., at fleiri býráðslimir hava víst á, at Havsbrún og Bakkafrost hava ov stórt vald í kommununi.

Ok, tveir eru fleiri enn ein – eg havi so bara sæð borgarstjóran, sum alment hevur sagt, at hann atkvøddi ímóti, saman við fyrr umtalaða býráðslimi verið frammi um hetta mál.

Veit Kvf ikki av, at hetta málið er stemmað ígjøgnum?

Tað má so siga, at í minsta lagi 5 hava atkvøtt fyri.

Hví er ongin av teimum yvirhøvur spurdur, so málið verður lýst frá báðum síðum úr býráðnum?

Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita.

Kommunan hevur samráðst seg til ein sáttmála við Havsbrún, sum partarnir hava undirskrivað. Og persónliga eri eg bæði glaður og takksamur fyri, at Havsbrún nú framhaldandi fer at gera útbyggingar í okkara kommunu.

Hetta kemur heilt avgjørt at hava nógvan bæði góðan og positivan virknað við sær.

Tað er ein sannroynd, at umframt alt virksemi - og saman við tí tey ómetaligu stóru virðini, sum Havsbrún skapar í okkara kommunu, so eru positivu fylgivirkningarnir eisini risastórir.

Hevði tað hent, sum nú tíbetur er forðað fyri, at Bakkafrost var noytt til at flyta fóðurframleiðsluna úr Fuglafirði, so sigi eg sum Regin Jacobsen, stjóri, segði í Degi og viku mánakvøldið, at ”so høvdu fólk neyvan verið so glað fyri tað.”

Eg haldi, tað var milt orðað!

Eyðun á Lakjuni
býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo