40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: VP.FO

Mynd: VP.FO

Mynd: VP.FO

Tað sigur kvinnan sum gjørdi tað sum verður nevnt "telefonballada" í dag móti eini vinkonu hjá sær, við VP.

- At tað skuldi enda á henda hátt, harmar meg stórliga, sigur kvinnan.

Søgan er í stuttum tann, at vinkona hennara fór heim til Føroya við flúgvaranum í dag, og nú skuldi hon gera tað sum eitur telefonballada.

- Eg fekk so ein at ringja til vinkonuna, at siga, at hon skuldi í sóttarhald, tí at ein var smittaður sum var í sama flogfari sum hon.

- Hetta gjørdu vit alt í spølni, tí eg skuldi hevna eina telefonballadu, sum vinkonan hevði gjørt móti mær.

- Og vit valdu at gera hesa dáragerð, tí vinkonan hevur glett seg so nógv at koma heim aftur, og hon hevði ikki verið so fegin at farið í sóttarhald.

- At søgan skuldi fara út soleiðis, og at onkur nevndi hana á Facebook, er sera harmiligt og tað eri eg ómetaliga kedd av, sigur kvinnan, sum ikki ynskir at hennara navn kemur fram og vil tí vera dulnevnd.

Uppaftur og uppaftur sigur hon í telefonini, hvussu kedd hon er, og tað hoyrist eisini sera greitt á røddini, at hon er ávirkað av hesi hendingini, sum kom púra óvart á hana. Hon er rættiliga skakað.

Les eisini:

Thetis: Vit hava ikki testað nakran positivan í dag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo