Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein dagur á grynnuni hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum.

Borð og grillir verða settar upp undir tjøldum í Tórsgøtu, har ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum verða borðreiddir, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað.

Í Perluni verður borðreitt við fiskasuppu, Føroya Sjósavn fer at sýna fram ymisk djórasløg úr sjónum og B36 skipar fyri fiskikapping og fyri undirhaldi til børn í Vágsbotni, har børn kunnu sparka og royna ymiskt stuttligt við bólti. Ein sokallaður ‘freestylari’ úr Stóra Bretlandi, sum dugir serlig kynstur við einum fótbólti, fer at vísa sínar dygdir í Vágsbotni. Hann samstarvar javnan við Nike og Adidas, og hevur arbeitt við kendum nøvnum innan fótbótlsheimin, so sum Paul Scholes, Gary Neville, Roberto Carlos og Rio Ferdinand.

RIB62 skipar fyri túrum við sínum skjóttgangandi bátum, møguleiki verður at sleppa umborð á Westward Ho, har borðreitt verður við fiski og Trøllapætur fer at undirhalda í Vágsbotni. Fyritøkur úr øllum landinum fara at hava básar á økinum, har borðreitt verður við mati og drykkivørum. Møguleiki verður eisini at hvessa sínar knívar, kr. 20,- per knív. Alt hetta og mangt annað verður at uppliva á degnum.

Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, verður framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur til tiltakið, soleiðis at Ein dagur á grynnuni verður so umhvørvisvinarligt sum gjørligt.

Ein dagur á grynnuni verður í Tórsgøtu leygardagin 5. mai klokkan 10 og heldur fram til áleið klokkan 17. Skrá og nærri kunning vera at finna á Facebook síðuni hjá tiltakinum nakrar dagar innan tiltakið byrjar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo