Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg og onnur vinglaðu eina góða løtu og vóru ikki so avgjørd um at trýsta á grøna knøttin við triðju viðgerð og royndu av øllum alvi at fáa partarnir til arbeiðsborðið; tað miseydnaðist.

Tá vit so enn einaferð blivu mint á, hvussu álvarslig støðan var og at tað kundi standa um lív, so hildu vit ikki, at vit høvdu nakað val.

Ímyndið tykkum, um onkur doyði í gjárkvøldi ella í nátt, tí vit ikki tóku ábyrgd?

So svart/hvítt bleiv tað penslað út fyri okkum og vit hava ikki førleikar at seta spurnartekin við fakligu metingarnir av støðuni hjá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum. Vit mugu stóla uppá, at tað, sum kom fram í hoyringini í Rættarnevndini, var sannleikin og veruleikin, sum vit so skuldu taka avgerð útfrá.

Eg síggi á kjakinum á fb, at serliga kvinnurnar, sum atkvøddu fyri, standa fyri skotum; at vit ikki stuðlaðu okkara “medsystrum”. Tað royndi Eyðdis Hartmann Niclasen so væl at seta orð á á tingsins røðarapalli; hesa tvístøðuna, sum vit vóru í.

Sjálvandi ynskja vit at stuðla øllum kvinnum í teirra stríði um løn sambært útbúgving og ábyrgd, men í gjár sótu vit hinumegin borðið og kundu velja ímillum at taka ábyrgd og svíkja okkara medsystrar ella stuðla og mgl. standi við ábyrgdini av, at onkur doyði.

Nógv eru sera vónsvikin av okkum; ikki minst sjúkrarøktarfrøðingarnir og tað havi eg stórt forstáilsi fyri.

Súsanna Bertholdsen
Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo