Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin og týsdagin verður ein ond av høgætt, sól og turt, og hitin 8-10 stig.

Mikudagin trilkar hann sum frá líður vindin av eystri, framvegis sól ella sólglottar og sami hiti, eini 8-10 stig.

Hósdagin strúkur í vindi eystaneftir, samdrigið og um kvøldið fer at regna. Nakað lýggjari, uppí eini 12 stig.

Fríggjadagin aftur mestsum stilli eitt gul eystaneftir og sólglottar, hitin 10-13 stig.

Næsta vikuskifti verður eisini góðveður, meira skýggjað leygardagin men sunnudagin sólløtur, tó møguleiki fyri onkrum æli báðar dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo