40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fysiskt, psykist, sosialt og andaligt!

Hvat merkja hesi orð?

Fert tú á heilsuskúla í Danmark, har eg fekk mítt prógv, verða hesi orð prentað inn í títt minni.

Tú skrivar uppgávur oman og niðan, eisini munnligar royndir, og um tú ikki kemur innum hesi fýra orð, er ikki gott. Tað trekkir niður, ella kanska tú dumpar.

Heilsuskúlar eru sera góðir. Ein lærir sera nógv um sjálvt menniskjað - fysiskt, psykist, sosialt og andaligt. Man fær nógvar "casir", sum man loysir. Loysnirnar eru sera góðar, tær geva tær spenning og megi til at fara út í arbeiðslívið at prøva læruna av.

Teori og praksis kunnu í nógvan mun tíverri ikki samanlíknast. Hetta merkir ein, tá man kemur spentur og glaður út í arbeiðslívið.

Nú 2019 er farið at halla. Landsins høgu fólk tosa á tingi, um hvussu alt hetta skal gerast betri.

Vit eru nógvir sjálvsognarstovnar, sum eru lítli beiggjar til tey stóru almannaráð og stóra heilsuverkið.

Vit hjálpa nógv til í dag, men lat okkum koma inn um í hitan. Har hiti er, kann nógv lata seg gera. Tað kallar man samarbeiði.

Í okkara verð er tað sjálvsagt at, ein persónur, sum hevur ilt í sálini, fer inn ígjøgnum eina hurð og verður vegleiddur allan vegin, til hann, ella hon, kemur út aftur sum eitt heilt menniskja -  fysiskt, psykist, sosialt og andaligt.

Beinta M Pedersen
Forkvinna í KRIS

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo