40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Endiliga bleiv tað til veruleika, sum okkara áhugabólkur hevur arbeitt so longi við og hevur bíðað so longi eftir – nevniliga at tey eldru ikki mugu vera fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Tey eldru, sum arbeiða hjá stórstu kommunu í landinum, eru ikki longur fyri mismuni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, hevur nevniliga í gjár hin 17. februar 2022 boðað okkum frá, at nú verður fráfaringaraldurin hjá Tórshavnar Kommunu strikaður. Sostatt er ongin fráfaringaraldur galdandi í Tórshavnar Kommunu. Øll eldri, ið arbeiða hjá Tórshavnar Kommunu, hava nú frítt loyvi at arbeiða hjá kommununi, so longi orka og hugur er til tess.

Tískil er onki longur, ið eitur pensjónsaldur/fráfaringsaldur hjá Tórshavnar Kommunu (aldur, har tú verður skumpaður av arbeiðsmarknaðinum, einans tí at tú hevur nátt ávísum aldri).

Vit, ið hava staðið fyri hesum arbeiði at fáa okkara landsmyndugleikar at taka av fráfaringaraldurin hjá tí almenna, takka Heðin Mortensen – hetta bæði sum landsstýrismanni og sum borgarstjóra fyri gott og konstruktivt samstarv, tá umræður hetta sera prinsippiella mál.

Vónandi fara hinar kommunurnar í landinum at gera júst tað sama sum Tórshavnar Kommuna í hesum máli. Og vónandi fer nýggja landsstýrisfólkið, sum skjótt fær sæti í Fígjarmálaráðnum, uttan meiri darv at strika diskriminerandi 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna, sum samgonguskjalið fyriskrivar.

Nú má tíðin umsíðir verða komin til handa, at tey eldru í Føroyum fáa frían rætt at luttaka á almenna arbeiðsmarknaðinum – um hugur og orka er til tess.

Tórshavn, hin 18. februar 2022

Vegna áhugabólkin
Ingrid S. Henriksen
Bozena Rasmussen
Thordis Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo