40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fýltist í gjár á, at Tjóðveldi í síðstu býráðssamgongu hevði fartast runt lond og ríki at kanna elbussar, men at onki var komið burturúr.

Um tað er PET ella FBI, sum hevur granskað málið, er óvist.

Men Jákup Dam, fyrrverandi formaður í teknisku nevnd og umboð í býráðnum fyri Tjóðveldi, gav ilt av sær og segði, at Heðin Mortensen “sjálvur luttók á túrinum í Danmark.”

Og til tess at prógva hetta, legði Jákup Dam avdúkandi mynd við, har hann sigur, at “vit síggja borgarstjóran, Heðin Mortensen,” koma spákandi úr einum elbussi.

Hetta skal so prógva, at borgarstjórin nettupp var við Jákupi uppá kommununar rokning at granska elbussar.

VP hevur spurt Heðin Mortensen, borgarstjóra, um hendan loynimyndin ikki júst avdúkar, at hann og Jákup Dam báðir samsekir vóru í sama ferðalag í Roskilde, sum umboð fyri Tórshavnar kommunu.

- Nei, sigur borgarstjórin, myndin er tikin í Roskilde 29. apríl 2019 og vísir landsstýrismannin í samferðslumálum, sum var boðin á vitjan í Roskilde. Landsstýrismaðurin var ikki við í ferðalagnum hjá Jákupi Dam og umboðaði ikki Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo