Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Brátt farna ár hevur verið merkt av ótryggleika, bæði hjá Føroya fólki og umheiminum. Fyri Sjálvstýri hevur 2023 eisini verið eitt avbjóðandi ár. Men nú, á gáttini til 2024, hóast orsøk er at stúra fyri støðuni í heiminum, síggja vit frameftir við vón.  

Árið 2023 hevur verið krevjandi og gevandi. Hetta var árið, har Føroyar gjørdust ein undirsjóvartunnil ríkari. Tað gevur vón um búskaparligan vøkstur, ikki bara fyri Sandoynna, men fyri allar Føroyar.

Hyggja vit út í heim, verða vit mint á tann ótryggleika, sum kenst at koma nærri og nærri. Vit hava upplivað, annað árið á rað, at kríggj gjørdist ein sjónligari partur av dagligu tíðindunum. Støðan við kríggi í Evropa hevur ført til, at okkara grannalond hava styrkt sambandið teirra millum. Danmark hevur styrkt verjusamstarvið vid ES, og samráðingarnar um ukrainskan ES limaskap eru byrjaðar. Ja, Evropa stendur saman í hesum tíðum! Men hvar standa Føroyar?

-------

Venda vit okkum frá umheiminum og frá støðu Føroya, ímóti Sjálstýri og støðu floksins, so hevur floksarbeiðið gjøgnum árið ikki bara verið tyngt av, at flokkurin ikki náddi inn um tinggáttina til seinasta val, men eisini av innanhýsis avbjóðingum. Í ov langa tíð hevur flokkurin ikki kunnað savnast um politiska endamálið.

Men 2023 var eisini árið, har politiska virksemið hjá Sjálvstýri fekk nýggjan anda. Tí júst nú hevur Føroya fólk eina stjórn, sum í krígstíð vendir Evropa bakið. Hesi gongdini vil og kann Sjávlstýri ikki fylgja.

Vit fara inn í 2024 og venda okkum við vón ímóti teimum gagnligu samstørvunum, sum ígjøgnum Evropa, í samstarvi við lond, sum virða fólkaræði og mannarættindi, kunnu føra Føroyar aftur á sjálvstýrisleið.

Sjálvstýri ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi 2024.

Vegna Sjálvstýri
Sámal Petur í Grund
Floksformaður  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo