Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Týskvøldið 28. juni kl. 19.30 hevur Trio Ovis konsert í Hoyvíkar kirkju.

Kristina Thede Johansen úr Hoyvík spælir saxofon, Maria Wang Reinert úr Kaldbak spælir trombone og Sofie Brems Sørensen úr Viborg í Danmark spælir trompet.

Tær fara at framføra norðurlendskan tónleik, sum Edvard Grieg, Carl Nielsen, okkara egni Hans Jacob Højgaard og onnur hava gjørt.

Tær tríggjar ganga allar á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus og tær eru júst lidnar við fjórða hálvárið. Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara- og messingljóðførum.

- Vit kunnu við hesari nýggju samansetingini finna fram til nýggj ljóð, og vit arbeiða við at finna okkara egnu livandi ljómaløg. Vit kunnu tí geva áhoyrarunum eina heilt øðrvísi uppliving enn vanligt, og vit eru ógviliga áhugaðar at røkka út til ein breiðari áhoyraraskarða við okkara tónleiki, siga tær tríggjar.

Konsertin í Hoyvíkar kirkju verður tann fyrsta av trimum kirkjukonsertum hjá Trio Ovis í Føroyum, umframt at tær fara at spæla á Summartónum.

Eins og øll onnur tiltøk í Hoyvíkar kirkju, er konsertin týskvøldið ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo