40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár fekk eg triðja prikið. Tað var bara ein av óendaliga mongum vaksinum, eg havi fingið seinastu 15 árini fyri alt frá krímsjúku, Sars, gulum fepuri og nógvum øðrum, sum eg ikki dugi at úttala. Tann eina vaksinan var kinesisk.

Nú hava tey flestu egna fatan um koppseting. Hetta er mín.

Tá pokurnar herjaðu heimin seinast í átjanhundrað, vóru eisini antiwaxarar. Mótkopparar. Nærum hálvtannaðhundrað ár seinni frøast vit um at liva í einum heimi, sum hevur útruddað pokurnar við koppseting.

Argumentini móti koppseting tá vóru júst tey somu sum í dag. Og vit hava upplivað somu aktivismu við polio og MMR-koppseting, somu misinformasjón og sama misbrúk av átrúnaði.

Ongin kann ivast í, at vantrúni og mótstøða móti heilsuátøkum - sum eitt nú koppseting - hevur alstóran týdning fyri fólkaheilsuna. Størsti trupulleikin er at beina burtur fatanina av, at koppseting er eitt brot á rímilig liberal frælsisrættindi.

Fatanin av, at frælsið altíð er óavmarkað, kann hava stórar trupulleikar við sær, tá vit tosa um almennu fólkaheilsuna. Tí vit trúgva serfrøðini og vit meina, at vísundi og vitan liggja til grund undir okkara avgerðum.

Hugsa eitt nú um okkara avmarkingar fyri roykjarar. Hesar avmarkingar eru settar í verk fyri at verja tey, ið ikki roykja, móti avleiðingum av tubbaksroyki. Á sama hátt metir vísundin, at mótkopparar eiga at verða avmarkaðir, tí teir ikki lata seg koppseta og harvið eru í størri vanda, bæði fyri onnur og seg sjálvan.

Etiska fokusið er ein global immunisering og frælsi fyri øll í samfelagnum. Alternativið er, at vit avmarka okkara felags frælsi, tí partur av samfelagnum áhaldandi verður fongt av avmarkingum, sjúku og sóttarhaldi.

Vísundaliga er ongin ivi um, at ein mótkoppari kann skaða samfelagið. Og seg sjálvan. Fleiri lond meta tí, at um ikki ber til at tvinga fólk at koppseta seg, so ber til eins og við roykjarum at avmarka teirra flytføri. Eisini fyri teirra egnu skuld, nú tey fylla sjúkrahúsini og longja um bíðirøðirnar hjá fólki, sum bíða eftir øðrum viðgerðum.

Í einum progressivum samfelag verður vanliga viðurkent, at vit góðkenna avmarkingar í okkara frælsi. Vit eru eitt samfelag, eitt fólk, ein eind, vit gera saman tað, sum er best fyri heildina.

Tí er tað so týdningarmikið, at vit skilja, at talan er um okkara felags fólkaheilsu. Vísundini aftanfyri eru álítandi, 99,9% av globala medisinska samfelagnum tekur undir við koppsetingini. Tí er koppsetingin uttan iva til okkara og samfelagsins besta og besti háttur at tryggja okkara heilsu og frælsi.

Tað hevur verið rættiliga hugstoytt seinastu tíðina, eisini at síggja trúgvandi fólk í hópatali at hava mist álitið á Várharra. Hesi hava í bestu miðaldarfatan avmarkað hin Alvalda til ein hatskan og hevndarfullan Gud, sum situr á trúnuni og upphugsar deyðiligar sjúkur at plága okkum neyðars menniskju við.

Sum um Gud seriøst ikki kundi upphugsað okkurt kulari átak, enn at planta ein virus í ein neyðars kinesara á fiskatorginum í Wuhan. Hesi tykjast sannførd um, at globala pandemiin er skapt av Gudi, sum á henda hátt vil hava okkum á tal.

Hvør er tann gud, ið tilætlað smittar fólk við Covid-19? Letur tey liggja og pínast og stríðast í respirator í vikuvís, fyri kanska at doyggja uttan nærveru og umsorgan frá sínum næstu og elskaðu? Hvør er tann gud, sum tilætlað letur fólk doyggja av ólekiligum sjúkum, sum hann sambært hesum sjálvur hevur skapt?

Slík hugsan reduserar Gud til ein ótilrokniligan despot, ein ultimativan sadist, ein kosmiskan bøðil og ein tyran av ringastu skuffu, sum ein danskur prestur tók til herfyri. Og tað ringasta er, at slík hugsan dømir Gud sekan í øllum vanlukkum og sjúkum, ið raka okkum.

Hesin boðskapur stendur í skærari andsøgn til alt tað, flestu okkara lærdu í uppvøkstrinum um at Gud er kærleiki. At boðskapurin er ein gleðiboðskapur í einum óndum og sjúkum heimi.

Summi fóru so langt herfyri sum at pástanda, at Covid-19 var Guds svar uppá umhvørviskreppuna. Tá vit ikki lurtaðu og steðgaðu dálkingini, skapti Gud Covid-19, sum beinanvegin førdi til minni flúgving, sigling, koyring, minni ferðing og orkunýtslu generelt .

Men Bíblian lærir ikki, at vit sleppa undan sjúku og líðingum. Tað er ein nátúrligur partur av hesum syndiga heimi. Hinvegin lærir Bíblian, at uttan mun til, hvat hendir mær, eri eg í Guds hondum, í Hansara varðveitslu.

Eitt annað heilt løgið fyribrigdi er pástandurin um, at pandemiin hevur ført til forfylging av teimum trúgvandi, hetta tí ”andaligur aktivitetur” er avmarkaður av myndugleikunum. Vit sleppa ikki á møti og í kirkju. Samanborið verður við kommunismuna.

Í fyrsta lagi gera myndugleikarnir ikki annað enn fylgja ráðgevingini og royna eftir førimuni at forða smittuni at spjaða seg. Í øðrum lagi vísa kanningar tvørturímóti, at fólk generelt eru vorðin meira leitandi og trúgvandi, síðan pandemiin byrjaði.

Kanska tað fær onkran at hugsa um, at okkara viðurskifti við Gud eru persónlig, og ikki púra bundin av, at vit uppihalda okkum í stórbærum kirkjum og samkomuhúsum.

Eftir útbrotið av korona bað allur heimurin eftir einum koppingarevni. Og Gud havi lov eydnaðist tað. Klók fólk, granskarar og læknar og genetikarar loystu gátuna.

Mong okkara trúgva avgjørt ikki, at Gud revsar okkum við líðing og deyða. Tvørturímóti hevur Gud vælsignað okkum við evnunum at finna loysnir á tí mótgongd og teimum trupulleikum, lívið gevur okkum. Gjøgnum søguna hevur hetta ført til undurverk, sum t.d. koppingarevni móti alskyns deyðiligum sjúkum.

Mótkoppingarrørslan skjýtur seg undir at avmarkingarnar eru eitt brot á teirra frælsi. Frælsi til hvat? Frælsi til at gerast sjúkari enn neyðugt? Frælsi til at smitta verri enn onnur? Frælsi til at upptaka pláss á koronadeildini og harvið binda ein part av okkara serfrøðingum, sum annars kundu hjálpt teimum, sum standa í bíðirøð á lungna- ella krabbameinsdeildini? Ein ótrúliga egoistiskur hugsunarháttur.

Hvat gjørdu fólk, áðrenn vit fingu vaksinur, antibiotika og pasteurisatión? Tey doyðu.

Og nú fari eg oman at koppseta frensin fyri parvovirus.

Óla Jákup Rólantsson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo