40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi frætt, at limir og ávísur politikkari halda, at Føroya Pedagogfelag hevur blástemplað ella góðkent ætlanirnar hjá Tórshavnar býráð, um nýggjan økisleiðslubygnað fyri Dagstovnaøkið í kommununi. Hetta er ikki rætt, vit eru tó kunnað um ætlanirnar og hava greitt umsitingini í kommununi frá okkara hugsan.

Og bara fyri at gera tað greitt. Nei, Pedagogfelagið hevur ikki “blástemplað” ætlaða økisleiðslubygnaðurin fyri Dagstovanøkið í Tórshavnar kommunu. Tað er annars býráðið hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur ábyrgdina av dagstovnunum í Tórshavnar kommunu og ikki Føroya Pedagogfelag.

Fyri okkum at síggja hevur ella fer ætlaði leiðslubygnaðurin ikki at hjálpa uppá verandi tørv hjá dagstovnunum. Dagstovnarnir og leiðslurnar hava greitt tørv á at fáa fígging – soleiðis, at fleiri tímar kunnu leggjast saman við børnunum, til fyrireiking, eftirmeting og djúphugsni (reflektión). Fyri okkum at síggja hevði tað verið rætta staðið at byrjað, og síðani kundi umsitingin hjá kommununi kannað eftir, um tey framvegis metta, at fleiri leiðslulið høvdu hjálpt uppá góðskuna á dagstovnaøkinum.

At brúka milliónir til eitt nýtt leiðslulið kann vera neyðugt, men um tað ikki merkir, at man brúkar meira tíð til “barnatímar”, so er einki vunnið.

Vit í pedagogfelagnum halda heilt greitt, at loysnin við at fáa betri stovnar liggur í at lova leiðarunum at vera leiðarar, og tryggja dagstovnunum nøktandi játtan, soleiðis at uppgávan at vera um børnini kann røkjast á fullgóðan hátt.

Ein skjót loysn hevði verið at byrja við at tikið leiðsltímarnar úr normeringunum til dagstovnin.

Onkur heldur kanska, at við einum millumleiðara sleppa dagstovnaleiðarar undan fleiri umsitingarligum uppgávum, og sleppa hesir leiðarar tá at brúka orku uppá námsfrøðiligu leiðsluna. Trupulleikin er bara tann, at fíggjarligleiðsla og námsfrøðiligleiðsla hanga saman úti á einstøku dagstovnunum – tí tað eru tær fíggjarligu loysnirnar, sum ávirka tær námsfrøðiligu, og øvugt. Tí er neyðugt, at leiðarin hevur allar heimildir at stýra stovninum, og ikki altíð skal fara longur upp í skipanina at biðja um loyvi. Í flestu førum eru tær umsitingarligu avleiðingarnar hjá leiðaranum at vera avmarkaðar til at royna at fáa miðfyrisitingina í kommununa at skilja og játta út um verandi excelark.

Føroya Pedagogfelag heldur, at leiðslan í Tórshavnar kommuna eigur greitt at tryggja, at leiðarar fáa neyðugu amboðini at loysa sína uppgávu.

Tað hevði klætt kommununi væl at økt um játtanina til normeringarnar, soleiðis, at børnini fingu fleiri tímar saman við teimum vaksnu.

Føroya Pedagogfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo