40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hjálpsamir og beinasamir hava tit altíð verið, í øllum verki.

Bjargingarfeløgini kring landið hava tykkum nógv at takka fyri, og eisini vit í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

Tá felagið hevur heitt á tykkum, um at hava eina bjargingar roynd, hava tit altíð víst vælvild.

Fyri okkum bjargingarfeløg, hava tit ein ómetaliga stóran týdning, tá bjarging og leiting á sjógvi og landi skal fara framm,og tit leggja eisini nógv fyri at bjarga, tá á stendir.

At reka eitt bjargingarfelag krevur nógv av teimum, sum sjálvbodnir vilja hjálpa, og í øllum feløgum verður lagt nógv fyri.

Hóast feløgini fáa eina upphædd frá landinum, er torført at fáa endarnar at røkka saman til tað dagliga í einum felag.

Eitt annað er, at feløgini fáa pening til keyp av útgerð.

Tey flestu feløgini hava tí roynt at fáa inntøkur aðrastaðni frá, tað verður seg við sponsorum, inntøka við bjargingar bátum – uppboðssøla av seyði v/m.

Fyri okkum í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag er støðan hin sama.

Tað var í hesum sambandi at vit fingu eina uppgávu, at beina eina stóðra stálmeistur oman av fjallinum millum Sandvík og Hvalba.

Megnaðu vit uppgávuna, fingu vit eina upphædd, sum væl kundi nýtast í okkara arbeiði.

Tað var í hesum sambandi, at vit kontaktaði leiðaran av tyrludeildini og fingu at vita ,at tá hettar hevði við bjargingarfelagið at gera, so vildu teir hjálpa okkum.

Talan var um 3 sleng at flyta, og høvdu fólk frá bjargingarfelagnum verið uppi á fjallinum, har lutirnir vóru lagdir í net, sum tyrlan so flutti oman til vegin.

Á veg aftur til tyrlu pallin:
Vesta fyri Hvalbiareiðið hava Hvalbingar eitt hús, sum nú hevur staðið har í yvir 20 ár, og har fleyðingarmenn halda til, tá fari verður í urðina at fleyga lunda.

Hvalbiar Kommuna hevur í 20 – 25 ár latið fleyðingarmonnunum rottugift at leggja út, tá teir fara í urðina at fleyga lunda.

Hendan dagin høvdu vit rottugift við, og var tyrlu manningin so beinasom, at flúgva okkum vestur, og ein maður bleiv loraður niður. Hann legði gift bæði inni og uttan fyri húsið.

At gift eisini var løgd inn í húsið komst av, at hurðin, sum altíð stendir aftur, stóð á víðan vegg, og ein kundi síggja, at húsið ikki var væl frágingið.

Hetta er sera harmiligt og eftir hettar verður húsið læst.

Tey fyrstu árini var húsið altíð læst, men so hildu eigararnir, at um onkur kom illa fyri, so var møguleiki at koma undir tak, tí í húsinum eru allar greiðir, so sum diesel agregat – gass bluss og ovnur, og kelduvatn er lagt inn.

Um onkur ynskir at brúka húsið, er møguleiki at tosa við eigararnar.

Tá vit komu aftur á tyrlupallin í Froðba, fingu vit ein kaffimunn, og her sótu vit og prátaðu um mangt og hvat, eisini kom prátið inn á støðuna hjá sjófuglinum, og serliga um lomvigan.

Har kom fram, at nógvur lomvigi er at at síggja í berginum, lundin var eisini nógvur av , hóast hann hetta árið var komin nakað seinri.

Fuglamenn, sum í fjør vóru og skutu svartfugl, sóðu flokkar av lundapisu, eisini hevði onkur lagt merkið til nógvar lomviga-pisur á sjónum.

Hettar bendir á, at tað ikki sær so svart út, sum komið er fram, so tað er hugaligt hjá veiðimonnum.

Enn einaferð, stóra tøkk til leiðara og manning á tyrludeildini.

Heilan frá
Suðuroyar Norðara Bjargingar Felag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo