Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er REYÐA KROSSI í Føroyum til miklan sóma, at felagsskapurin eitt sunnukvøld í novembur klárar at savna inn á leið tríggjar milliónir – 3.000.000 – sum sambært samrøðu við formannin í høvuðsheitum skulu brúkast til at hjálpa fólki í Afghanistan, har ið hungur valdar.

Men hvør spyr, hví hungur valdar í hesum óeydnulandi?

Kongsríkið DANMARK, sum vit eru partur av, hevur seinastu tjúgu árini brúkt um leið 20 milliardir – 20.000.000.000 – at kríggjast í Afghanistan.

Og høvuðslandið í herfylkingini, USA, brúkti so nógvar pengar, at eg ikki hætti mær at skriva talið, men tað verður vanliga lýst soleiðis:

Høvdu amerikumenn í staðin fyri bumbur tveitt kontantan pening yvir Afghanistan, hevði hvør afghani, frá barninum í vøgguni til gamalmennið á gravarbakka, kunnað lagt undir koddan tað, sum í okkara pengum svarar til 375.000 krónur.

Sum nevnt hava vit alla orsøk at rósa teimum fólkunum, sum sjálvboðin dugna REYÐA KROSSI í Føroyum eina hond. Og neyvan munnu vera fleiri lond í heiminum, ið stuðla so dyggiliga, sum føroyingar hava stuðlað – hetta borið saman við fólkatalið.

Men okkara neyðhjálp svarar til millum 7 og 8 oyru til hvønn afghana.

Her er einki nevnt um tey tár, sum runnið hava hesi árini. Sum vit kvøða í gomlu vísuni um svenska kongin Sverker: “Her er tabt og her er vundet/Her sørges på begge sider”.

Men lat okkum vóna, at okkara kristiligi uttanríkisframherji hevur hetta í huga, tá ið hann um miðjan jólamánaðin sessast við samráðingarborðið at tingast við danska krígsmálaráðharran um nýggjan radara, sum er liður í nýggjari hernaðardubbing – og sum fer at gera okkum til álopsmál, enn einaferð.

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo