Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um eina viku byrjar ársins Vetrarjazz festivalur. Hetta er 10. ferð at Havnar Jazzfelag skipar fyri Vetrarjazzi, og tað verður hátíðarhildið við 7 døgum á tremur við góðum føroyskum og altjóða jazzi.

Fjølbroytta skráin telur heili 24 bólkar, sum spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum. Konsertir verða í Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar.

Sostatt fer Vetrarjazz rættiliga at seta sín dám á allan Havnar bý.

Umframt føroyskar jazz-legendur sum Plúmm og Yggdrasil, eru fleiri spennandi nýggir føroyskir bólkar við á skránni í ár. Guðrun Sólja, sum nýliga er byrjað at syngja jazz og tað sera væl, framførir við síni nýggju kvartett, ein ungur bólkur úr Klaksvík “Jazz fyri Petur Hans” verður gestur á Open Mic í Reinsarínum, og vit sleppa fyri fyrstu ferð í Føroyum at hoyra teir seks gávuríki ungu tónleikararnar, sum vóru við á altjóða verkætlanini On Mass í London – tey spæla leygardagin 27. januar í SMS.

Fleiri føroyskir útisetar vitja eisini Vetrarjazz í ár. Bassleikarin Bárður Reinert Poulsen, sum er virkin yrkisleikari í Noregi, kemur til Føroya við Espen Berg Trio og gittarleikarin Jón Klæmint Hofgaard, hevur sína debut á Vetrarjazz við experimenterandi, improviserandi bólkinum Rutger Hauser úr London.

Umframt Espen Berg Trio og Rutger Hauser, vitja fimm aðrir útlendskir bólkar: Morten Schantz Godspeed, sum spæla orkufullan og fjølbroyttan jazz; Espen Eriksen Trio, sum spæla melodiøsan og kenslubornan jazz; Anders Jacobsen Kvintett, sum spæla glaðan, latínamerikanskan jazz; Univers på Vers, sum spæla barnajazz og altjóða stjørnurnar í Marius Neset Kvartett, sum verða mettir at vera á væl veg uppá heimsins allarhægstu jazztindar.

Øll skráin til Vetrarjazz 2018 kann lesast á www.facebook.com/vetrarjazz/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo