Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin trilkar hann sum frálíður vindin av norði, okkurt æli men eisini sólløtur og hitin um 5 stig.

Týsdagin verður lot til frískan vind av norði, smáskýggjað men eisini sól av og á og hitin um 3 stig.

Mikudagin mestsum stilli, ein ond ímillum norðan og eystan, sólglottar og hitin 3-4 stig.

Hósdagin kemur hann av suðri men mesti vindurin bert einar 8-10 ms, ímóti kvøldi fer at regna, og hitin 5-6 stig.

Fríggjadagin fyrst strúkur í vindi høgt, seinni minni vindur og hann melur av ymsum ættum. Turt og hitin um 4-5 stig.

Næsta vikuskifti verður eitt lot sum veksur sum vikuskifti gongur, fyrst at útsynningi, seinni av útnyrðingi, sunnudagin hvussur vindur ella skrið og tað ælar alt vikuskiftið, nú verður eisini lýggjari, upp í eini 8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo