Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Einangran: Í dag gevur Einangran loksins sína nýggja plátu úti ið kallast Vendir vindar.

Einangran er mannað við av Heiðrikki á Heygum og Leu Kampmann ið eru sangarar og sangskrivarar, ið byrjaðu bólkin tí tey sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars 2020. 

Tey vóru bæði ávegis til ymisk lond í sambandi við soloverkætlanir, tey høvdu, tá tey strandaðu í somu íbúð. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik, meðan tey bíðaðu eftir, at heimurin læt mørkini upp aftur.  

Síðani hava tey smíða nýggj føroysk løg saman. Hetta var fyrstu ferð, nakar av teimum hevði roynt seg at skriva á føroyskum, og nú útgeva tey eina plátu við 12 løgum sum innheldur t.d landapláguna “Kanska” ið vann fyri besta føroyska lag í 2020 á FMX. 

Lea og Heiðrik settu seg í samband við navnframu framleiðararnar Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt. 

Janus og Sakaris eru báðir búsitandi og virknir í Íslandi og tóku av uppgávuni at framleiða LP’ina hjá Heiðrikki og Leu. Úrslitið av samstarvinum varð útgávan, Vendir vindar, ið snýr seg um broyting til nýggjar og ljósari tíðir. 

Ein vøkur, akustisk LP, ið rúmar fýra sangir við tíðarleysum tónsetingum, ið stílfult blandar akustiskar og elektroniskar eindir.

Í hesum gleðiliga sambandi, fer Einangran at hava 2 útgávukonsertir. Eina í Keypmannahavn tann 27. oktobur á Nordatlantens Brygge og síðani í Norðurlandahúsinum hin 28. oktobur 2023.

https://spotify.link/qPheAaKptDb

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo