40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Lesandi á Københavns Universitet (tilvildarlig mynd).

Lesandi á Københavns Universitet (tilvildarlig mynd).

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn skal nú hava minst 30 tilmeldingar til eitt fak, skal fakið bjóðast út. Seinastu árini hava í miðal einans fimm valt føroyskt sum vallærugrein, og tað er orsøkin til at føroyskt ikki longur verður ein møguleiki.

Tað sigur danski ráðharrin fyri undirvísing, Søren Pind, í svari til føroyska fólkatingsmannin, Magna Arge, sum hevur spurt um hetta málið.

Magni Arge helt tað vera spell, at einasti møguleiki at lesa føroyskt uttanfyri føroysku landoddarnar nú hvørvur.

Søren Pind sigur í svarinum, at hann væl skilir støðuna og harmast, og hann fer at biðja síni embætisfólk fara í dialog við universitetið fyri at fáa greiðu á, hvørjar avleiðingar nýggju reglurnar hava fyri útboðið av smáum vallærugreinum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo