Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Hetta prógvar at virksemið í landinum er í meira lagi í byggivinnuni, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen.

Borgastjórin sigur við VP, at arbeiðstakarar vístu arbeiðinum áhuga, men tá ið tíðarfrestin var úti, kom einki boð inn.

- Vit hava tí avgjørt at bjóða arbeiðið út aftur av nýggjum til heystar, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri.

Hinevgin, so verður farið undir at gera træbrúnna úti á Bakka, sum var tikin í brúk í 1966, og sum sambært borgarstjóranum hevur sæð sínar bestu dagar.

- Bygdaráðið hevur samtykt at taka av tilboði frá Articon, sum bjóðar sær at gera arbeiðið fyri knappar 4 milliónir krónur, sigur borgarstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo