40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað var ein fegin borgarstjóri, sum setti ovastevnuna undir Mikkjalsveggi í Nólsoy tíðliga seinnapartin. Heðin Mortensen byrjaði við at takka nólsoyingum fyri brennandi sólarveðrið og Havnar Hornorkestri fyri góða stemningin.

- Góðveðursdagar plagdu vit smádreingir at spyrja Villa, fryntliga skiparan á Rituni, um vit kundu sleppa við ein túr til Nólsoyar.

- Lovaðu vit at skikka okkum væl, var leyst og liðugt.

- Hetta var við tí Rituni, sum Ternan sigldi á í februar 1968 við molahøvdið í Havn, og sum varð sleipað inn á Bursatanga, har hon sakk sum ein steinur.

- Soleiðis kann mann hugleiða, og skjótt er at tøva uppií nostalgiskum minnum og bara tosa um tað, ið farið er.

- Men fyri okkum var spennandi og øðrvísi at koma til Nólsoyar – og tað er tað framvegis.

- Tað hendir nakað í Nólsoy og líkindi eru fyri, at tað kemur at henda enn meira.

- Her er lívsgleði og her er framburður.

- Sagt varð í ferðavinnuætlanini fyri Nólsoy, at:

”Originalitetur, gestablídni, tollyndi, kreativitetur eru jalig spjaldur, sum mangan verða fest á oynna og bygdarfólkið, og sum gesturin skjótt ber eyga við.

- Ella sum teir báðir Kokk & Klauvn søgdu:

“Vit eru eisini nokkso bevíst um at vera snedig. Tað er eisini tí, at listafólk tíma at flyta út her, tí tey sleppa at vera, sum tey eru. Tað er okkurt við, at her er meira friður enn í Havn.

- Og tosa um at vera alternativ: Tað vóru jú Kokk & Klauvn sum skipaðu fyri páskaraeggjajakt og fingu eina heila bygd at leita eftir 300 sjokulátaeggum á páskum fyrraárið.

- So tað er ikki endi á uppfinnseminum og stuttligum innskotum!

- Ella sum leiðarin á VisitNólsoy segði tað so væl: “Nólsoyingar hvíla ótrúliga væl í sær sjálvum, og tað sæst aftur í mentanini her á oynni, sum er skapandi, spælandi og savnandi. Hon ger Nólsoynna serstaka og bygdasliga, men uppá tann kula mátan.”

---

- Nú vit seta ovastevnuna eiga vit ikki at gloyma, hví hon eitur ovastevna. Tað eru í ár 35 ár síðan, at vit stóðu á Langelinju og tóku ímóti Ova, tá hann framdi bragdið at rógva til Danmarkar.

- Bæði tá og síðan hevur Ove verið tann einstaki persónurin, ið meira enn nakar annar hevur sett fokus á Nólsoynna. Og allur hesin áhugin hevur vakt stóran áhuga fyri oynni og verið við til at skapa eina lokala ferðavinnu í oynni.

- Ein fyrimunur við ferðavinnuni er, at hon kann vera eitt týdningarmikið ískoyti í økjum kring landið, har tað kann vera torført at hava virksemi. 

- Í ferðavinnuálitinum fyri Nólsoynna verður sagt, at søgan um ferðavinnuna í Nólsoy er sum heild ein sera jalig søga um eina bygd, sum tók ábyrgd av økta ferðafólkastreyminum, og sum megnaði at lofta og menna ferðavinnuni á staðnum.

- Hetta varð ikki einans gjørt við eini Kunningarstovu, men við fleiri evnaríkum íverksetarum, sum sóðu og síggja møguleikarnar í ferðavinnuni.

- Ferðavinnan í Nólsoy er viðbrekin, bæði tá tað snýr seg um náttúru- og djóralívið, men eisini tá tað snýr seg um virksemi innan ferðavinnu og hjá teimum, sum heilt ella partvíst liva av henni.

- Ferðavinnan á oynni má alla tíðina umstilla seg til nýggjar umstøður, óregluligt ferðasamband og aðrar tvørleikar.

- Hetta er tílíkt, vit mugu taka støðu til. Nú, ið ferðavinnan alsamt økist, er neyðugt at vera fyrivarin til tess at skipa eina burðardygga ferðavinnu og at framtíðartryggja ferðavinnuna. Soleiðis at bæði vinna, fólk á staðnum og gestirnir kenna hana sum jaliga.

- Ferðavinna og ferðaleiðaravinna er góð hjávinna hjá fleiri einstaklingum í Nólsoy.

- Til ber at gista í oynni. Heimavirkið hevur stórt virksemi. Og sum Ramsarøki er oyggin sera áhugaverd í samband við fuglalív, náttúruvernd og gransking.

- Áhugin fyri Nólsoynni hevur verið vaksandi seinastu mongu árini. Barnagarðar og skúlar vitja og njóta náttúruna, frítíðarvirksemið, vøllin og sandin – ein av fáu sólstrondunum í Føroyum við fullari trygd fyri góðum vesturskini!

- Og tað er nú ikki so løgið, at Nólsoyggin er so áhugaverd. Her andar av mentan, her er tónleikur og søga og list og vísund, alt hvørt um annað.

- Yvirhøvur haldi eg samstarvið við stórkommununa hevur verið gott. Samstarvið hevur gingið væl, og mín vón er, at tit framhaldandi krevja tykkara rætt og gera vart við tykkum, tá tit ikki verða hoyrd.

- Tí beri eg nú kortini ikki ótta fyri, tí nólsoyingar hoyrast, har teir eru!

- Eg haldi eisini, at samstarvið ber frukt hvønn dag. Vit hava eitt munagott arbeiði í gongd á fleiri økjum.

- Eg haldi eisini, at teir góðu borgarafundirnir, vit hava í kommununi, hava gjørt sítt til, at alt kemur í ljósmála, at alt verður viðgjørt siðiliga, og at loysnir verða funnar, um tað so snýr seg um vetrarfriðing, bátabrúgvar, asfaltætlan ella útstykking.

---

- Nú ólavsøkan og summarstevnurnar í bygd og í bý eru av á hesum sinni, so er bert Ovastevnan eftir. Hóast korona, so hava tiltøkini – okkurt avlýst og okkurt útsett, tó eitt fyri og annað eftir - sett dám á summarið.

- Og fleiri nólsoyingar hava staðfest, at stevnan verður betri enn nakrantíð, tí tað eru eldsálir, ið skipa fyri.

- Tí er tað mær eisini ein sonn gleði at seta Ovastevnuna 2021. Tí summarið er ikki fullkomið, fyrrenn tú hevur verið á Ovastevnu í Nólsoy.

- Sagt verður í lýsingini fyri Ovastevnuni, at Ovastevna er stevnan í Nólsoy, har bygdafólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær, hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy.

- Tað, sum sermerkir stevnuna er, at tað ikki, sum sagt verður, eru “typisk stevnutiltøk”, sum vit kenna aðrastaðni, men tiltøk, ið geva teimum vitjandi ein brellbita av gerandisdegnum í Nólsoy.

- Sangurin og tónleikurin sæst aftur í ovastevnuskránni. Tónleikurin setur dám á alla stevnuna, og út á kvøldið er felagssangur undir Mikkjalsveggi, tá øll tríva í kendar føroyskar sangir og lokalar slagarar.

- Við hesum eru lunnar lagdir undir eitt ordans bygdaball. Og ballið verður ikki minni av, at regattain leggur inn at vitja.

- Og hóast tað ikki er vanligt í hesum døgum, so eru nærum øll tiltøkini á ovastevnu ókeypis og møguligt er hjá øllum at koma um Nólsoyarfjørð nærum hvønn tíma.

- Nólsoyingar eru kendir fyri góðan vertskap. Ovastevna er tí als ikki sum aðrar bygdastevnur, festivalar ella ólavsøka, tí Ovastevna er nakað heilt fyri seg.

- Júst tí at tað eru nólsoyingar, sum eru vertir og fyriskiparar – Ovastevna er orginal, hon er ektað – hon skapar eisini mentanarligt margfeldni.

- Her býr og hevur búð fólk, ið hevur fingið dygga vitan og ans fyri gomlu føroysku sang- og kvæðamentanini. Eitt eyðkenni fyri fleiri, sum hava sínar røtur í oynni eru listarligar gávur innan sang, kvøðing, sjónleik og frásøgukynstur.

- Og tað er ein skrúva uttan enda – av oynni floymir framvegis við gávaðum fólki innan tónleik og list.

- Felagslívið er fjøltáttað, har mentan, vísind, arbeiði og trivnaður ganga hond í hond. Her verður dansað, sungið og kvøðið. Her verður sjónleikur spældur og her skriva og yrkja høvundar umframt at tónleikarar gera løg.

---

- At fólk við slíkt høvi sum á Ovastevnu nýta høvi at vitja vinir, kenningar og skyldfólk, er aldargamal føroyskur siður.

- Fyri samleikan og ættarkensluna hevur tað týdning, at vit kenna okkara skyldfólk – okkara fedranna upphav, og er tað gleðiligt at síggja, hvussu sterk ættarkenslan er hjá tykkum, ið hava ættarbond til Nólsoyar.

- Nólsoyggin er partur av Tórshavnar kommunu, og tað fegnast vit um í Tórshavnar býráð.

- Tað eigur at vera ein fyrimunur at vera við í eini størri eind, tá ið fíggjarlig tøk skulu takast. Tað veri seg á umhvørvis- og tekniska økinum, innan eldrarøktina, barnaansingina og skúla- og trivnaðarøkið – og sjálvandi innan ferðavinnuna.

- Lat okkum tí nýta Ovastevnuna til at seta lívsgleðina í hásætið. Lat okkum vísa, at í felag ber til at skapa hugna og trivna.

- Takk fyri at eg varð boðin við at seta ovastevnuna. Við hesum orðum lýsi eg Ovastevnuna 2021 at vera setta og fari eg at ynskja øllum eina góða stevnu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo