Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskaparráðið: Um arbeiðsloysið er minni enn 3,5% ber til at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða. Føroyar hava tvær sokallaðar “fast-track” skipanir, sum geva arbeiðsgevarum møguleika á ein lættan og skjótan máta at innflyta útlendska arbeiðsmegi. Tann eldra fast-track skipanin loyvir arbeiðsgevarum at innflyta arbeiðsmegi úr ES, og í 2022 vóru 43% av øllum arbeiðsloyvum givin umvegis hesa skipan. Tann seinna fast-track skipanin, sum kom í 2021, loyvir arbeiðsgevarum at innflyta arbeiðsmegina úr triðjalondum, og í 2022 blivu 26% av uppihaldsloyvunum givin umvegis hesa skipan. Í 2022 vóru á leið 2700 uppihaldsloyvi givin29.

At innflyta arbeiðsmegi kann bøta um fíggjarpolitiska haldførið uppá stutt sikt, serliga um útlendingarnir koma til Føroyar fyri at arbeiða og síðani fara av landinum aftur. Hesi arbeiða og rinda skatt, og fáa annars ikki almennar veitingar. Niðurstøðan er tó ikki so einføld í longdini. Verða hesi fólk í Føroyum í longri tíð, fylgja rættindi við. Millum annað rættindi til fólkapensjón, samhaldsfasta og atgongd til heilsu- og almannaverkið. Afturat tí hevur tað eisini týdning um tey eitt nú fáa familjusameining av hjúnarfelaga og børnum, og hvussu vánirnar fyri tilknýtið til arbeiðsmarknaðinum hjá hesum familjulimum eru. Hetta vita vit ikki nógv um (eingi hagtøl), men til dømis fingu 90 børn í 2022 upphaldsloyvi í Føroyum, og hesum skula stovnar og skúlaverk lofta.

Sum skrivað omanfyri, fyriliggur í Føroyum eingin kanning av tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin av útlendingum, men hyggja vit eftir greiningum, ið eru gjørdar í Danmark, vísur tað seg, at aldur, upprunaland og slag av upprunaliga uppihaldsloyvi, hava nógv at siga, tá tað snýr seg um tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og teirra nettoíkast til almenna búskapin.

Mynd 7.1 omanfyri vísir eina útrokning hjá danska fíggjarmálaráðnum, sum vísir, hvussu ymisk nettoískoytini eru til danska búskapin hjá fólki úr ymiskum londum. Hóast tilflytarar í síni heild hava eitt lítið negativt nettoískoytið til almenna búskapin í Danmark, er tað stórur munur á ískoytinum til búskapin, alt eftir hvaðani fólkini koma. Hetta hongur væl saman við hvørjum slagi av upprunaliga uppihaldsloyvi fólkini hava, og hvat tilknýtið til arbeiðsmarknaðin tey hava.

Tølini, sum eru løgd aftrat stabbunum í myndini omanfyri, vísa, hvat upprunaland fólkini høvdu, sum søktu um uppihaldsloyvi í Føroyum í 2022. Nógv eru úr Póllandi og Rumenia. Tey eru í høvuðsheitum arbeiðarar innan byggivinnuna og tænastuvinnuna, og tær vinnurnar eru rættiliga konjunkturviðkvæmar. Hvørt fólkini eru ein inntøka fyri almenna búskapin er tengt at um fólkini arbeiða fulla tíð alt árið, hvat tey fáa í løn, um tey fáa familjusameining, ella um makar og børn fylgja við.

Út frá omanfyristandandi ber til at siga, at haldførisavbjóðingini ikki verður loyst við at innflyta arbeiðsmegi, tí so einfalt er tað ikki. Skal tað kunna hjálpa, er krav, at Føroyar ger ein greiðan immigrasjónpolitikk, sum leggur dent á, at tilknýtið til arbeiðsmarknaðinum hjá teimum, sum flyta til Føroya, bæði sum arbeiðsmegi og umvegis familjusameining, er stórur, soleiðis at hesi geva eitt positivt nettoíkast til búskapin. Næsta kravið er eisini, at Føroyar hevur ein integratiónspolitikk.

Ein onnur avbjóðing í hesum er, at øktur livialdur og broytingar í aldurssamansetingini í búfjøldini er eitt altjóða fyribrigdi. Flestu lond í vesturheiminum hava somu demografisku avbjóðingar sum Føroyar, við vaksandi tali av eldri fólki (vaksandi forsyrgjarabrøkur). Hesi lond koma somuleiðis at mangla arbeiðsmegi. Tí verður kappingin um arbeiðsmegina stór.

Temafrágreiðing: Fíggjarpolitiskt haldføri (jan)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo