Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

BirkBloggur: Tá  atlasforlagið Harper Collins fer at prenta heimskort til heimin aftur, verður eingin Persaflógvi at síggja á kortunum.

Persia er burtur og tað er ímóti politikkinum hjá forlagnum at kalla eitt hav Persaflógvi.

"It is against our policy," eru almennu boðini.

Er nakað tungumál, sum í teirra útgávum vil halda fast um gamla heitið, so krevur forlagið at tað verður tilskilað á kortinum, at "The representation of certain boundaries and place names in this atlas may depart from standard Collins Bartholomew policy in order to incorporate local preferences."

Harper Collins eigur eisini kortasavnið við frámerkinum Bartholomew.

Síðan Flógvakríggið í 1990-1991 hevur Persia verið lagt til viks.

Sagt og skrivað hevur verið The Gulf War á enskum, Der Golf Krieg á týskum, Guerra del Golfo á spanskum, Gulfkriget á svenskum, Golfkrigen á donskum og norskum og Flóabardagin á íslendskum.

Einki um Persia.

Soleiðis broytist heimurin stig fyri stig.

Niðanfyri sæst nýggja heitið á Flógvanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo