Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
208 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 231.364 kanningar.
658 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Eingin persónur er smittaður í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo