Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
251 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 251.252 kanningar.
663 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 661 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er ein persónur smittaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo