Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
644 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 255.139 kanningar.
668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru fimm persónar smittaðir.
Sambært yvirlitinum hjá Corona.fo so eru 100 í sóttarhaldi í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo