Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Avgerðin er tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.

– Síðan tilmælið kom í kvøld hava vit verið í sambandi við heilsumyndugleikarnar og ÍSF. Vit hava fingið frágreiðing um grundarlagið fyri tilmælinum. Fótbóltssamband Føroya tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum.

– Tí hava vit gjørt av, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða spældir uttan áskoðarar. Tað sama verður galdandi til venjingardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF

Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini, sum avleiðing av Coronavirussinum.

Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjan, har spælarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum, ikki nýtt fyribils.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo