Altjóða krøv siga, at sjóvinnubrøvini mugu endurnýggjast innan 1. januar 2017.
Hetta merkir at eini 3000 sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv skulu endurnýggjast hjá føroyingum.
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur við VP, at hann roknar við at millum 2.700 og 3.000 sjóvinnurbrøv og viðurkenningarprógv mugu endurnýggjast innan árslok í ár.
- Um øll koma í seinastu løtu klára vit ikki at avgreiða hetta, sigur hann, og heitir á menn og kvinnur um at søkja beinanvegin.
- Hetta hevur stóran týdning, tí um sjóvinnurbrøvini ikki verða endurnýggjað áðrenn árslok, so kann maðurin/kvinnan ikki sigla, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo