Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í dag var Løkshøll í Runavík karmur um ein nýggjan film, sum danski fjølmiðilin í Føroyum, “Frihedsbrevet”, hevur gjørt um Hanus Hansen, reiðara í Klaksvík.

Filmurin kallaðist “Valdið aftanfyri Valdið.”

Tað var sjálvsagt við eitt sindur av spenningi at fólk sessaðust í Løkshøll.

Filmurin er líka langur sum ein langur Hollywood filmur, hálvur annar tími.

Filmar úr Hollywood plaga at hava eitt konsept: Eina spennandi byrjan og ein óvæntaðan enda.

Filmurin hjá Frihedsbrevet hevði hvørki av hesum.

Onga spennandi byrjan og ongan óvæntaðan enda.

Ongin nýggj avdúking.

Bert gomul brot og gomul tíðindi.

Einki nýtt frá eysturfrontinum.

Vit hoyrdu enn einaferð um dýrið í Opinbáringini – niðurlendska reiðaríið PP – sum eigur ognarlut í reiðarínum Næraberg.

Filmurin royndi at “avdúka”, hvørt PP mundi hava fingið nakað av vinningi burtur úr Hanus Hansen.

Vit fingu at vita, at PP gjøgnum eitt norskt holdingfelag - við bústaði í Vos í Noreg - skuldi hava fingið nakrar krónur sendandi úr Klaksvík.

Filmurin byrjar við nøkrum stuttligum jólamyndum frá eini mótmælisgongu uttan fyri Løgtingið desembur 2019, tá nýggja løgtingslógin um sjófeingi var samtykt av undanfarnu samgongu.

Vit fingu at vita frá núverandi formanni í landsnevnd Tjóveldsins, Høgna í Stórustovu, at rullandi loyvir uppá 12 ár er tað sama sum at forera alt føroyskt ríkidømi til nakrar fáar reiðarar.

Vit fingu eisini at vita, at hetta var júst tað sama, sum samgongan undan undanfarnu samgongu við Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen gjørdi desembur 2017.

Undanfarna samgonga hjá undanfarnu samgongu gav sambært Jákup Mikkelsen, sum er svágur Hanus Hansen (big news) somu gávu í desembur 2017 til somu reiðarí uppá eina milliard (isj) um árið.

Vit sóu eisini nakrar stuttligar myndir frá sumri 2017 frá eini mótmælisgongu, har reiðarar og fiskimenn høvdu stúgvað seg saman uttanfyri løgtingið.

Hetta var stutt áðrenn løgtingsformaðurin hjá samgonguni áðrenn undanfarnu, sendi løgtingið til hús.

Vit fingu at vita, at tað kom væl við hjá niðurlendsku stjórnini, at Páll á Reynatúgvu tveitti løgtingið til hús.

Samgongan hevði tá koyrt seg so nógv upp í brøkur, at løgtingsformaðurin noyddist at brúka tvingsil fyri at fáa løgtingsfólk til hús mitt í juli mánað.

Gleðin hjá niðurlendsku stjórnini var tó stokkut, tí samgongan hjá Aksel megnaði kortini at samtykkja uppskotið hjá Høgna. Men ólukkutíð. Hetta bleiv rullað aftur av undanfarnu samgongu: Altso, back to square one.

Vit fingu at vita, at filmurin er gjørdur, tí tíðindafólkini Barbara Holm og Jan Lamhauge vórðu steðgað í KVF, sum droppaði tey bæði og teirra prosjekt.

Barbara og Jan høvdu tikið tilfarið við sær úr KVF.

Hetta varð nærmast framborið soleiðis, at Barbara og Jan høvdu stovnað føroysku deildina av Frihedsbrevet fyri at avdúka Hanus Hansen.

Filmurin tyktist hava eittans endamál:

At leggja Hanus Hansen undir illgruna og eisini føroysku fiskivinnuna.

Men illa eydnaðist.

Tað er trupult at kóka nýggja suppu úr gomlum beinum. Soðið verður bara tynri og tynri.

Endin var tann sami sum byrjanin:

- Ein gomul vísa við Sámali Ravnsfjall og nøkur fólk úr Tjóðveldi hildu røðu uttanfyri løgtingið.

Filmurin fær onga stjørnu hiðani.

Ad-hoc toymið

(Myndir: Ólavur Frederiksen)

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo