Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til §52a fyrispurning nr. 52-058/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um frítøku fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar, eisini galdandi fyri sjóvarhita?

2. Um ikki, hvør er orsøkin til, at sjóvarhiti ikki verður javnsettur við hitapumpur og jarðhita í mvg-lógini?

3. Um munur er á meirvirðisgjaldinum fyri hesar hitaloysnirnar, er so ætlanin at fáa tann munin burtur?

Svar:
Til nr. 1

Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst, at reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar, eru eisini galdandi fyri sjóhitaskipanir.

Víst verður til § 3 d, stk. 1-4, í galdandi løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald og til løgtingsmálini nr. 122/2016 og nr. 067/2020.

Til nr. 2 og nr. 3
Sí svarið til nr. 1.

Tinganes, 18. desember 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo