40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Partafelagið Jarðhiti hevði tvær milliónir krónur í vinningi áðren skatt í fjør. Úrslitið eftir skatt var 1,6 mió kr. Tað skal samanberast við 1,9 mió kr árið fyri.

Soltnara úrslitið kemst ikki av tódnandi bruttovinningi, tí hann vaks slakar 300 tkr, men útreiðslur til lønir vuksu við 0,5 mió kr. Aðrar útreiðslur vóru stórtsæð tær somu.

Figgjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við 11,7 mió kr. Eginognin var 5,3 mió kr.

Partafelagið Jarðhiti hevur til endamáls at bora hol til jarðhita umframt annað virksemi í hesum sambandi.

Stjórar eru Atli Dávur Nattestad og Gunnvaldur Lutzen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo