Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KB81/FINTAN: Fyrsti leikarin hevur skriva undir, talan er um fysisk sterka miðverjan John Daniel Guðjónsson.

24 ára gamali klaksvíksingurin greiður frá:

- Eg havi spælt fótbólt tað mesta av mínum unga lívið, men valdi at leggja gaggurnar á hyllina í samband við at eg í 2018 flutti niður til Aalborg í lestrarørindum. Eg eri fleiri ferðir biðin um at koma at sparka aftur av ymiskum feløgum, men hugurin hevur ikki verið til tað, og av tí orsøk havi eg ikki spælt fótbólt, síðan eg gavst í Føroyum.

- Nú eftir nøkur ár uttanfyri fótbóltsvøllin valdi eg at busta støvi av gaggunum og takað av tilboðnum frá Fintuni. Eg helt at verkætlanin var for spennandi til at siga nei! - Tað at byggja okkurt nýtt upp, og at menna tann Føroyska felagskapin í Aalborg - tað mátti eg verða ein partur av.

- Um vit klára at flyta upp? – ja! - tað verður spennandi at vita um vit klára tað. Vit hava nógvar góðar og royndar spælarar í Aalborg, og fleiri hava spælt í bæði bestu og næstbestu føroysku deildini, so um allir vera tøkir, so vænti og vóni eg, at vit kunnu kappast um uppflyting frá byrjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo