Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag kl 17.00 gevur Svein í Prestgarði út eitt nýtt staklag.

Sangurin “Eitt betri lív” ið Jóhan Eli Poulsen hevur gjørt orð og lag til, varð fyrstu ferð spældur í mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri 12. oktobur í fjør í samband vit útgávuna av yrkingarsavninum “Eitt blað úr lívsins bók.”

Svein og Jóhan Eli gjørdu av at hesin sangurin skuldi spælast inn og gevast út soleiðis at hann røkkur so mongum menniskjum sum møguligt.

17. septembur bleiv ný innspældi sangurin spældur í Salt á Tvøroyri í samband við stóra gospel konsert ið Svein í Prestgarði saman við Sarah og David Åstrøm høvdu.

Endamálið við sanginum er at deila royndir, styrki og vón.

Framleiðsla
Studio: Our Music í Hirtshals
Framleiðari: Dávur Rasmussen.
Sang: Svein í Prestgarði
Røddir: Dávur Rasmussen og Anna G. Djurhuus  

- Tað er okkara ynski at sangurin skal verða til signing fyri mong, siga Svein og Jóhan Eli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo