Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mangan er torført at náa dagsins setning. Dagurin er ov stuttur. Tíðin rennur frá okkum. Er verkið væl úr hondum greitt og úrslitið nøktandi, er kenslan góð og hvílir í nøgdsemi.

Var dagurin ov stuttur er skjótt til misnøgd og lægri mál av góðsku.

Kynstrið at liva er ein sigandi orðing. Tað ljóðar væl, men orðingin er væl truplari at fremja í verki. Bæði arbeiðslívið og frítíðin kenna í løtum óunniligan ráka av strongd. Varnast vit ikki fyribrigdið, er skjótt til sjúkueyðkenni ella tvørrandi vælveru.

Nøgdsemi er eitt lyklaorð til tann gylta vegin ella málið á miðjuni. Ikki ov mikið, ei heldur í lægra lagi. Kynstrið at liva nemur evnini at raðfesta. Duga vit at raðfesta – velja til og frá – eru útlitini fyri vælveru og trivnaði bjartari.

Um dagsins setningur fevnir málsøki, ið ikki sampakka, kunnu útlitini gerast væl dimmari. At arbeiða er neyðugt. Vit mega sum forsyrgjarar vinna til lívsins uppihald. Raðfestingin er torførari hjá summum enn øðrum, tí fíggjarviðurskiftini og tann sosiala støðan eru rættiliga ymisk frá einum til annan.

Kappingin um tímarnar uttan fyri arbeiðstíð er hørð. Mangt er áhugavert og gagnligt, og vit ynskja at náa sum mest. Uttan serfrøði á økinum tykist mær, at frítíðin hálar væl inn á arbeiðslívið sum orsøk til strongd. Íroknað niðurstøðuna er tíðin, vit nýta til kirkjuligt virksemi.

Gjógvin millum tað, ið vit vilja, og tað, ið vit megna, tykist stór. So kemur misnøgdin sníkjandi inn um kirkjugátt. Andaliga vælveran viknar. Gleðin fánar burtur. Friðurin er víkjandi, tí tað kirkjuliga virksemið er vorðið eitt endamál í sær sjálvum.

Vit hava lagt skinnaran. Nú ynskja vit, at tokið koyrir regluliga til tiltøk og stevnir. Viðhvørt varnast vit, at tokið koyrir við fallandi tali av ferðandi. Sjálvrannsakanin spyr: Hvat er endamálið við øllum virkseminum?

Fyri fleiri árum síðan órógvaði tað sinnið at hoyra samrøður í fjølmiðlunum, har prædikumenn (m/k) greiddu frá strongd, ið stóðst av kirkjuligum arbeiði. Ber tað veruliga til at vera ov ágrýtin og virkin í Guðs ríkis víngarði?

Mær hóvar ikki at svara yvirskipað, tí svarið er persónligt, og hvør svarar fyri seg. Uttan at blúgvast ella reypa verður staðfest, at hugurin til kirkjuligt arbeiði hevur fylgt mær í reiðiliga fýra ára tíggju.

Hugurin er tann sami, nú árini telja 60 +. Eri bitin av hesum arbeiði, ið samstundis breyðføðir meg og míni. Ynski veruliga at prædika evangeliið um Jesus sum evsta svar til týdningarmiklar spurningar: Hvussu fáa vit sálarfrið? Hvussu kunnu vit liva eitt gott lív í nøgdsemi og gleði?

Hóast hugurin er drívmegin, merkir tað als ikki, at alt var skilvíst og vignaðist til vildar. Tað merkir einans, at tímarnir komu og fóru.

Tað var ein sunnudag fyri árum síðan, at Guðs heilagi andi opinberaði mær, at eitt er neyðugt, meira neyðugt enn alt annað. Tað lívsneyðuga er kynstrið at hyggja inneftir og upp til faðir ljósanna. 

Sunnudagurin var tann 15. eftir tríeindardag. Dagsins tekstur er um systrarnar Martu og Mariu. Á einari síðu standa stákan, strev og stríð. Yvirfyri hesum virknu avrikum standa stillar løtur við Jesu føtur lurtandi, biðjandi og hugsandi.

Eingin misfatan. Hetta er ikki ein fortala fyri leti og tvørrandi avrikum. Tvørturímóti eiga vit sum kristin at vera nærløgd við atliti at góðgerðum og miskunnarverki. Vit eru ætlað til góð verk at inna Guði til heiðurs og menniskjum til signingar. Men, eitt er meira neyðugt enn alt annað! Neyðugt í serflokki!

At velja hin góða lutin. Tað var orðið, Jesus nýtti, tá ið Marta fýltist á óvirknu støðuna hjá systrini. Maria tók sær stundir at lurta eftir Jesusi og hugsaði ikki um vanligt gestablídni við stákan og matgerð.

Talan er altíð um eitt val ella eina raðfesting. Eisini í andaligari tænastu mega vit velja og raðfesta. Vit mega nýta vit og skil. Vit mega søkja Guðs vísdóm í lestri, bøn og halgan.

Vit mega fram um alt tilbiðja Jesus sum Harra og frelsara.

Sum kristin mega vit taka ábyrgd av okkara egna lívi og velja hin góða lutin. Vit mega taka ábyrgd hvør av øðrum í kærleika og virðing. Vit mega tilvitað raðfesta og velja. Nógv er týdningarmikið, men alt er ikki lívsneyðugt.

Skilagott at velja Jesus, taka sær stundir til bøn, ákallan og lovsang. Er Jesus okkara fyrsta val, lagar nógv annað seg av sær sjálvum. Vit fáa innlit í ævig virði, og evnini at meta um verða styrkt.

Í mótgongd og trega er Guðs nærvera mennandi, tí Jesus valdi at gera ferðalag saman við okkum allar dagar, alt til veraldar enda. At vera í nærveru Jesu veitir hvíld nú og um ævir. Amen.

Orðið: ”Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.” (Lukas 10,41-42).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo