Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

AGE Platform Europe, sum Landsfelag Pensjónista er ein partur av gjøgnum limaskap okkara í NSK, Nordisk Samarbets Komité, hevur sent út eitt felagsskriv um støðuna innan eldraøkið í Europa. Skrivið, sum ein arbeiðsbólkur innan AGE Platform Europe, hevur fest á blað, er grundað á Europa-Parlamentsvalið, sum verður 6. - 9. juni 2024.

Í stuttum kann upplýsast, at AGE Platform Europe er eitt europeiskt netverk av feløgum, sum arbeiða við at menna áhugamál og rættindi hjá eldri fólki.

Mismunisgjógvin skal burtur
Alt bendir á, at vit í Europa liva munandi longri enn okkara forfedrar. Tað er okkara heilsugóði liviháttur, ið ger tað. Tøl benda á, at størsti partur av børnunum, sum verða fødd í Europa í dag, kunnu rokna við at liva í 100 ár ella uppaftur longri.

Men gera vit ikki okkurt munagott fyri hendan vaksandi aldursbólk, koma tey ikki at hava tað so gott, sum vit hava tað í dag. Og er tað nakað, sum vit av øllum alvi mugu royna at sleppa undan, er tað, at mismunisgjógvin gerst størri, enn hon longu er.  

Vit hava ta fatan, at aldursmismunur longu nú kann ávirka heilsu okkara, trivnaðin og eina komandi longda livitíð skeiva vegin.

Hvussu galið tað kann verða, vísir AGE Platforme Europe við aktuella døminum um støðuna innan eldraøkið, tá COVID-19 herjaði um allan heim. Tá vóru mannarættindini verri enn so hildin alla staðni, tá tað snúði seg um eldri fólk.

Neyðugt er tískil at sleppa undan aldursmismuni við at fáa rættindini fest í lógarverkið, so vit í framtíðini framvegis eru ein partur av samfelagnum á sama hátt sum allir aðrir samfelagsbólkar.

Eldri fólk við uppá ráð
Nógv eldri fólk arbeiða framvegis og eru politiskt virkin, vit taka lut í sjálvbodnum arbeiði, vit hava umsorgan fyri yngra ættarliðnum, og vit ynskja, at hesir møguleikar ikki verða tiknir frá okkum.

AGE Platform Europe heitir á komandi Europa-Parlamentið um at fremja javnrættindi innan allar aldursbólkar, at strika higartil galdandi siðvenjur innan aldursmismun, o.a.

Somuleiðis verður mælt til at gera eina EU-konventión, sum tekur atlit til rættindini hjá eldri fólki og sum stuðlar undir løgfrøðisligum reformum, har alt slag av aldursmismuni verður forboðið.

Heitt verður somuleiðis á komandi Europa-Parlamentið at taka eldri fólk við uppá ráð, tá tað snýr seg um mentan, rættartrygd, upplæring og m.a. førleikar innan talgildisnýtslu.

Hetta og mong onnur mál, eru nøkur av teimum, ið ein arbeiðsbólkur í AGE Platform Europe mælir komandi Europa-Parlamentinum at taka sær av og fremja í næstum.

Argir 28.02.2024
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo