40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Arni Johansen

Mynd: Arni Johansen

Mynd: Arni Johansen

Mynd: Arni Johansen

Mynd: Arni Johansen

Í 1959 spældi Suðuroyarliðið ímóti íslendska B-landsliðnum á Sevmýru. Íslendska B-landsliðið hevði verið í Havn áðrenn og spælt móti føroyska landsliðnum. Íslendska liðið vann 5-2 á føroyska liðnum.

Suðuroyarliðið var mannað við vágbingum og tvørámonnum. Suðuroyarliðið vann 1 -0 við máli sum Henry Hansen hjá VB gjørdi.

Sum so ofta, so gjørdu miðlarnir einki burturúr bragdinum hjá Suðuroyarliðnum, men Thorolf Dam skrivaði eina grein um dystin í Føroya Tíðindi.

Rógvi Johansen hevur síðani gjørt ein bannara við leikarunum sum mannaðu Suðuroyarliðið og við greinini, sum stóð í Føroya Tíðindi.

Eyðun Johansen, sum var málmaður hjá Suðuroyarliðnum móti íslendska B-landsliðnum, handaði saman við Bjarna Johansen, sum í nógv ár var málmaður hjá VB, Julius Vest bannaran. 

Av teimun, sum leiktu Suðuroyarliðnum henda dystin, eru tríggir eftir á lívi: Eyðun Johansen (VB), Henry Hansen (VB) og Pauli Nolsøe (TB).

Bannarin verður hongdur upp í gongini í VB húsinum, sum eitt minni, um eitt avrik av teimun heilt stóru í føroyskari fótbóltsøgu.

Myndirnar eigur Arni Johansen.

Mynd: Arni Johansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo