40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jenis av Rana hevur gjørt nakrar viðmerkingar á facebook um tvey tíðindainnsløg í Degi og Viku um amerikanska forsetavalið.

Tað fyrsta innslagið var týsdagin, tá ein samrøða varð gjørd við hann í sambandi við forsetavalið millum Donald Trump og Joe Biden. Tá hann í samrøðuni verður spurdur um, hvør hann vónar fer at vinna, svarar landsstýrismaðurin soleiðis: “Á tí kristna og demokratiskt grundaða vølli, sum eg standi á, so ynski eg at tað verða republikanarnir”.

Aðrastaðni í innslagnum spyr journalisturin um tað ikki er líkamikið fyri virðisgrundarlagið í Føroyum, hvønn politikk tey føra í USA. Landsstýrismaðurin svarar: “Nei, tað er ikki líkamikið. Tann stjórnin, sum førir politikkin, – úrslitini av politikkinum, tað rákið – tað rakar okkum fyrr ella seinni”.

Út frá hesum – at Jenis vónar at republikanarnir vinna, og at tað hevur týdning fyri Føroyar, hvør myndar amerikonsku stjórnina – gjørdu vit yvirskriftina: “Jenis av Rana: Vónar Trump vinnur”.

Jenis av Rana skrivar, at yvirskriftin er høpisleys. Tí hann hevur ongantíð sagt, at hann vónar at Trump vinnur valið, men bara at republikanarnir vinna. Vit royna at gera yvirskriftir loyalt í mun til tað, sum verður sagt í innsløgunum. Og tað kom okkum álvaratos ikki til hugs, at vit her strammaðu nakra yvirskrivt. Trump og Biden eru ímyndirnar av valinum.

Um man vónar, at republikanarnir vinna, vónar man so ikki eisini, at Trump vinnur? Tað hildu vit, og tí varð yvirskriftin gjørd soleiðis. Hevði landsstýrismaðurin givið okkum ta fatan, at hann vildi hava Trump at tapa, so hevði yvirskriftin verið øðrvísi.

Í innslagnum hóskvøldið sigur Johan Dahl seg vera ósamdan við útsøgnina hjá Jenis av Rana týskvøldið um, at virðisgrundarlagið hjá republikanarunum hóskar væl saman við stjórnini í Føroyum í dag. Johan Dahl heldur hinvegin, at virðisgrundarlagið hjá Joe Biden er meira vert, enn tað hjá Donald Trump.

Jenis av Rana finst í sambandi við hetta innslagið at Kringvarpinum fyri at endurtaka, at hann hevði vónað at Trump endaði sum sigursharri. Tað hevur kanska minni týdning í sambandi við hetta innslagið, tí hetta innslagið snýr seg um ósemjuna í samgonguni um, hvussu man skal fyrihalda seg til virðini hjá demokratiska og republikanska flokkinum, sum fyri ein stóran part eru myndaðir av ávikavist Biden og Trump. 

Tað er óheppið, at vit í hesum stríðnum um eina yvirskrift verða løgd undir at framleiða fake-news. Vit hildu okkum vera loyal móti innihaldinum í innslagnum, tá yvirskriftin varð gjørd. Men um landsstýrismaðurin í veruleikanum als ikki vónaði, at Trump fór at vinna, so eru tað vit, sum hava misskilt okkurt.

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo