40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Um Russland skjýtur bara eitt einasta skot inn í eitt Nato land, so er grein 5 í norðuratlantisku verjuavtaluni aktiverað, og Nato fer at seta alla sína megi inn ímóti Russlandi.

So bersøgin var Jake Sullivan, sum er trygdarráðgevi hjá Hvítu Húsunum á einum tíðindafundi fyrr í dag.

Orðini fullu eftir at Russland síðstu nátt framdi álop á ukrainskar herstøðir, sum vóru bara 25 kilometrar frá pólska markinum.

Grein 5 er greinin sum sigur, at eitt álop á eitt Natoland er tað sama sum eitt álop á øll Natolondini.

USA ávaraði eisini Kina ímóti at hjálpa Russlandi. Hann segði, at Kina eisini kann verða rakt av handils- og øðrum tiltøkum, heldur Kina fram við at hjálpa Russlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo