40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tala, sum Símun Absalonsen helt á nýggjársveitsluni í Ebenezer 30.12.2017.

Eitt sakleyst nýggjársminni frá barnaárunum rekur fram fyri meg hesar dagar.

Ein maður í okkara grannalagi átti ein sera fittan hund, sum øll børn hildu nógv av.

Men eigarin fortaldi mær ein dagin, at hundurin hevði tað ikki gott tá ið nýggjárið nærkaðist og serliga ringt var tað nýggjársaftan. Tá í tíðini varð nógv fýrverk selt sum bresti. Hetta slagið av fýrverkið varð seinni bannað við lóg.

Eigarin gav hundinum heiluvág ella okkurt líknandi.

Eigarin fortaldi mær eisini, at hundur hansara hoyrir betur enn menniskju og hoyrir helst ljóð øðrvísi og at hann hoyrir ymiskt sum vit menniskju als ikki hoyra.

Hetta helt eg vera áhugavert og hugsaði mangan um tað seinni. Eg hugsaði: Eri eg partvíst føddur deyvur? Svarið er JA.

Seinni lærdi mann í alisfrøði hvat ljóð er og hvussu vit varnast tað. Og vit fingu at vita at meginparturin av tí ljóði sum er rundanum okkum hoyra vit menniskjur ikki. Tað er bert ljóð innanfyri ein ávísan frekvens at vit hoyra.

Tað sum vit ikki hoyra liggur uttanfyri. Og harav kemur kenda orðið ULTRA, sum merkir hinumegin ella longur.

Men tað finnast djór, sum hoyra tað sum liggur uttanfyri okkara evni at hoyra.

Tá mann so seinni lærdi um ljós, sum annars er nakað heilt annað enn ljóð, so var støðan meinlík.

Menniskjans eyga varnast bert tað ljós har strálingin er innanfyri ávísar bylgjulongdir.

Her er eisini talan um nakað sum er ultra, uttanfyri, og eisini her eru ávís djór frammanfyri menniskjað.

Vit kunnu staðfesta, at okkara sansir eru avmarkaðir tá ið tað kemur til tann fysiska heimin.

Og skal eg loyva mær at nevna onkran annan sans: T.d. evnini at lukta. Vit hugsa t.d. um eina ísbjørn, sum kann lukta ella tevja ein kóp sum er meira enn 1 km burtur.  Ja, tá sita vit kanska við eini kenslu av at vit eru fødd uttan luktisans. Her er nógv ULTRA.

Vit eru sera avmarkað tá ið tað kemur til at skilja ella sansa tann fysiska heimin.

Og her hóskar sera væl at nevna eitt orð, sum Jesus í eini samrøðu segði við ein av teim stóru jødisku teologunum: - Trúgva tit ikki, táið eg tali við tykkum um tað, sum hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!

Tann andaligi heimurin er jú ULTRA (hinumegin ella uttanfyri) allur sum hann er. Og tí eru tað mong, serliga í Vesturheiminum, sum siga, at alt tosa um ein andaligan heim er bert ein illusión og ævintýr. Ein narrisutta, sum menniskjað hevur uppfunnið, fyri at søkja sær falska troyst.

Les meira her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo