Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin frískur vindur ímillum landnyrðing og norðan, okkurt ælstroyggj heilt tíðliga annars turt og sólglottar og hitin um 10 stig.

Týsdagin útnyrðingur, lot til frískan vind, samdrigið og okkurt æli seinnapartin, hitin um 8 stig.

Mikudagin fyrst lot til frískan vind av lágum útnyrðingi, seinni fer hann niður í útsynning og sunnan men minkar eisini vindin, ælaveður og hitin um 7 stig.

Hósdagin sum frálíður landsynningur og eystan, sól ein stóran part av degnum og turt og tað verður lýggjari aftur, um 12 stig.

Fríggjadagin fyrst hvassur vindur av eystri og okkurt æli, seinni doyr vindurin burtur og sólin sær, hitin um 12 stig.

Næsta vikuskifti verður veðrið gott, bert eitt gul eystaneftir og sól og eisini lýtt, upp í eini 16 stig har tað liggur væl fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo