Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Í sambandi við innsavning av undirskriftum til Sjálvstýri hevur ein tepur meiriluti í landsnevndini, Sámal Petur í Grund, Rúna Sivertsen og Andrias Jacobsen, av sínum eintingum og uttan nakra hoyring strikað niðanfyri nevndu limir í Sjálvstýri og limir í nevndini í Streymoyar Sjálvstýrisfelag við  hesum grundgevingum:

Sofus Hansen:
Orsøkin til avgerðina er tín illoyalitetur í samband við undirskriftirnar til endurstovnan av Sjálvstýri, sum tann 1. november 2023 vórðu latnar Løgmálaráðnum. Við at halda undirskriftirnar aftur og við útsøgn í tíðindunum hjá Kringvarpi Føroya tann 22. november 2023 hevur tú gingið móti flokssamtyktum, mótarbeitt og elvt til ørkymlandi umtalu av flokkinum.

Jan Joensen:
Orsøkin til avgerðina er tín illoyalitetur í samband við undirskriftirnar til endurstovnan av Sjálvstýri, sum tann 1. november 2023 vórðu latnar Løgmálaráðnum. Við at taka undirskriftirnar út aftur úr Løgmálaráðnum hevur tú gingið móti flokssamtyktum og  mótarbeitt stovnani av flokkinum.

Brandur Øssurson Simonsen:
Orsøkin til avgerðina er tín illoyalitetur í samband við undirskriftirnar til endurstovnan av Sjálvstýri, sum tann 1. november 2023, vórðu latnar Løgmálaráðnum. Við luttøku tíni í Kringvarpi Føroya í tíðindunum tann 22. november hevur tú gingið móti flokssamtyktum, mótarbeitt og elvt til ørkymlandi umtalu av flokkinum.

Bjørn á Heygum:
Sum formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevur tú “ikki alment tikið frástøðu” frá tí illoyaliteti, sum nevndarlimir í økisfelagnum hava framt ímóti flokkinum í samband vid við undirskriftirnar til stovnan av Sjálvstýri, hetta hóast greitt var gingið ímóti flokssamtyktini viðvíkjandi endurstovnan av Sjálvstýri.

Rógvi Fossádal:
Sum landsnevndarlimur umboðandi Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevur tú skrivað eitt skriv, sum er beinleiðis í stríð við samtyktir Sjálvstýrisins. Harumframt hevur tú havt ein aktivan leiklut saman við persónum, sum landsnevndin hevur strikað. Hetta sæst í skrivi sent formanninum í landsnevndini í telduposti tann 13. desember 2023.

Fyri at geva eina faktiska lýsing av tilgongdini og harvið sleppa undan misskiljingum, skulu undirritaðu hervið geva hesa stuttu frágreiðing í málinum:

Afturgongd og eftirmeting
Sámal Petur í Grund hevur verið formaður í Sjálvstýri síðani 30. desember 2021. Um hetta mundið var Sjálvstýri umboðað við einum tingsessi – Kristin Michelsen. Løgtingsval var 8. desember 2022. Sjálvstýri fekk til hetta valið bert 938 atkvøður – tað vóru 2,7 % av samlaðu atkvøðunum, sum var ov lítið til at fáa nakra umboðan á tingi.

Valið frammanundan hevði Sjálvstýri fingið 1.158 atkvøður ella 3,5 % av samlaðu atkvøðunum. Afturgongdin undir nýggju leiðsluni var 220 atkvøður ella útvið 20 %.

Stutt eftir valið – tann 8. januar 2023 – var eftirmetingarfundur hildin, har orsøkirnar til vánaliga valúrslitið vóru nærri umrøddar.

Niðurstøðan var, at tørvandi samskipan, vánalig fyrireiking og manglandi politiskir málsetningar vóru høvuðsorsøkirnar til vantandi undirtøkuna.

Skjót avgerð um at savna undirskriftir
Semja var um at endurskoða og dagføra politisku valskránna hjá flokkinum, og í hesum sambandi eisini at fara í holt við at savna inn neyðugu undirskriftirnar (800 í tali) til tess at fáa flokkin góðkendan til uppstilling til komandi løgtingsval.

Hóast tað í fyrstu atløgu gekst sera striltið at fáa sett sjøtul á arbeiðið at savna inn neyðugu undirskriftirnar, so upplýsti Sámal Petur í Grund longu 3. apríl 2023 í Útvarpi Føroya, at tað nú hevði eydnast flokkinum at savna inn eitt stað millum 1.000  og 1.200 undirskriftir. Tað má tíverri ásannast, at talan var um beinleiðis ósannar og villeiðandi upplýsingar frá formanninum, sum onki høvdu við veruleikan at gera, eftirsum tað um hetta mundið bert vóru savnaðar inn nakrar fáar hundrað undirskriftir!

Ov lítið hendi – vildu seta ferð á
Tá ið onki hendi víðari í málinum, sendi Sofus Hansen, nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, tann 25. mai 2023, fyrispurning til Hjalmar Zachariassen um, hvussu tað gekst við at savna inn neyðugu undirskriftirnar.

Hjalmar Zachariasen svaraði, at hann um hetta mundið als ikki visti, hvussu nógvar undirskriftir vóru innsavnaðar, og at hann ikki fór at gera nakað meira við málið fyrr enn í fyrsta lagi eftir 15. august 2023.

Tá ið onki tóktist týða á, at nakað víðari hendi í málinum, og leiðslan als ongi stig hevði tikið til tess at framskunda innsavningina av undirskriftunum, kallaðu limir í Streymoyar Sjálvstýrisfelag øllum limum í landsnevndini og lokalfelagsnevndunum til fundar tann 13. september 2023 í Skúlaheiminum við Marknagil í Tórshavn at umrøða støðuna nærri.

Bert 393 fysiskar undirskriftir í kassanum
Hjalmar Zachariasen møtti til fundin við einum kassa við undirskriftum. Tá ið spurt var um, hvussu nógvar undirskriftir vóru í kassanum, so visti hann tað ikki. Hann viðgekk, at hann ikki hevði talt innkomnu undirskriftirnar. Tískil var semja á fundinum um at telja undirskriftirnar á staðnum. Uppteljingin vísti 393 fysiskar undirskriftir.

Fundurin samtykti á hesum grundarlag at fara undir at savna inn írestandi undirskriftirnar beinanvegin. Fólk fóru enn eina ferð í gongd, og innkomnu undirskriftirnar vórðu lætnar bólkinum, sum hevði ábyrgdina av innsavningini.

Tá ið onki hoyrdist aftur frá bólkinum ella landsnevndini, og tað eftir øllum at døma støðugt dró út við at savna inn írestandi undirskriftirnar, vendi Sofus Hansen sær aftur til Hjalmar Zachariasen 15. oktober 2023 við fyrispurningi um, hvussu tað gekst við at fáa undirskriftirnar til vega. Hjalmar Zachariasen upplýsti nú, at hann hevði fingið 699 undirskriftir, sum hann tó visti ikki var nóg mikið.

Undirskriftirnar latnar inn, men mangulfullar og ov fáar
Tann 1. november 2023 upplýsti Hjalmar Zachariasen fyri Sofus Hansen, at hann hevði latið undirskriftirnar inn til Løgmálaráðið, men hann roknaði við, at tað fór at mangla nakað í. Hann upplýsti tó ikki fyri Sofus Hansen, hvussu nógvar undirskriftir manglaðu í.

6. november 2023 spyr Sofus Hansen Hjalmar Zachariasen um, hvussu tað gongur við at fáa undirskriftirnar góðkendar. Hjalmar Zachariasen upplýsir í hesum sambandi, at avgreiðslan var seinkað orsaka av feriu.

Tann 17. november 2023 kontaktar Sofus Hansen Løgmálaráðið og fær at vita, at undirskriftirnar vóru mangulfullar, og at tað fór at taka rættuliga langa tíð at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Tóku stig til at fullfíggja undirskriftainnsavningina
Grundað á hesar upplýsingar spurdi Sofus Hansen, um hann kundi fáa undirskriftirnar útflýggjaðar, soleiðis at hann kundi fáa rættað uppá hesi viðurskifti, so undirskriftirnar kundu blíva góðkendar.

Løgmálaráðið játtaði at útflýggja undirskriftirnar. Sofus Hansen lovaði samstundis at lata undirskriftirnar innaftur í seinasta lagi 23. november 2023. Jan Joensen avheintaði undirskriftirnar í Løgmálaráðnum sama dag og læt síðani Sofus Hansen undirskriftirnar sambært avtalu.

18. november 2023 taldi Sofus Hansen útflýggjaðu undirskriftirnar og kom fram til, at tær vóru 795 í tali.

Sofus Hansen bað tískil Brand Øssurson Simonsen um at hjálpa sær við at savna inn nakrar undirskriftir afturat. Tað eydnaðist Brandi Øssurson Simonsen at savna inn 24 undirskriftir. Sofus Hansen savnaði sjálvur inn 63 undirskriftir afturat.

Undirskriftirnar latnar inn og góðkendar
Tann 20. november 2023 gjøgnumgekk Sofus Hansen allar talgildu undirskriftirnar, sum í flestu førum vóru ólesiligar. Eftir drúgva gjøgnumgongd fingust eisini hesar undirskriftirnar í rættlag, soleiðis at tær kundu verða góðkendar.

21. november vórðu allar undirskriftirnar enn einaferð eftirkannaðar, upptaldar og settar i alfabetiskan ordan. Tær vórðu latnar inn dagin eftir – tann 22. november 2023 kl. 15.00.

Undirskriftirnar vórðu síðani góðkendar av løgmálaráðnum tann 29. november 2023.

Út frá omanfyri nevndu upplýsingum sæst, at tað í hesum føri bert hevur verið talan um at hjálpa og stuðla flokkinum við at fáa savna inn neyðugu undirskriftirnar og at fáa tær góðkendar av løgmálaráðnum.

“Tú ert ekskluderaður vegna tað, tú hevur gjørt ímóti flokkinum!”
Ongin av frákoyrdu limunum hevur sostatt gjørt seg sekan í teimum skuldsetingum, sum eru settar fram av nevndu landsnevndarlimum um at hava mótarbeitt flokkinum og at hava handlað í stríð við tær samtyktir og viðtøkur, sum gjørdar vóru í samband við innsavning av undirskriftunum.

Fyri tað næsta, so er ongin limur hoyrdur og hevur enn minni havt høvi til at verja seg í samband við viðgerðina í Landsnevndini um eksklusión.

Mett verður harvið, at eksklusiónirnar eru ólógligar og avgerðirnar um tær tiknar uttan heimild í lógini fyri landsfelagið.

Tað má vera minsta krav at sleppa at verja seg
Í sambandi við, at málið um eksklusiónirnar verður sett á dagsskrá og sett til atkvøðugreiðslu á fyrstkomandi aðalfundi hjá flokkinum í Lamba tann 6. januar 2024, eiga frákoyrdu limirnir at fáa høvi til verja seg og føra síni sjónarmið fram, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin, soleiðis at fundurin ikki tekur støðu í einum so týðandi máli bert út frá einum teprum, subjektivum meiriluta í landsnevndini.

Vegna Streymoyar Sjálvstýrisfelag, umboðini fyri Vágar og Suðuroyar Sjálvstýrisfelag:

Jan Joensen
Sofus Hansen
Rógvi Fossádal
Rúni Fossádal
Geir á Lofti
Magne Thomassen

Bjørn á Heygum
Brandur Ø. Simonsen
Jógvan Midjord

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo