40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ógvisligi skógareldurin í Avstralia í fjør sendi líka nógvan roykt upp í miðhválvið sum eitt vulkanútbrot, sambært kanning.

Avleiðingarnar av skógareldunum millum 2019 og 2020 vóru stórar fyri umhvørvið, sambært kanningini sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Science.

Nøgdin av royki frá eldunum, kann samanberast við hana sum kom frá vulkanútbrotinum á Mount Pinatubo í Filippinunum í 1991. Tað er størsta útbrot í 20. árhundraðinum.

Miðhválvið er niðasti parturin av lofthválvinum, beint yvir lághválvinum, har skýggini eru.

Granskararnir halda at fleiri orsøkir vóru til at roykurin fór so høgt upp, millum annað var nógvur vindur júst tá, skrivar norska Nettavisen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo