40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Valdagin 10. november var val til eldraráðið á Skálafjørðinum. 5 limir sita í ráðnum, sum hevur skipað seg soleiðis:

Pætur Gunnarson Rasmussen, formaður.
Henning Bøgesvang, næstformaður.
Alfred Olsen, ritari.
Alma Poulsen, ráðslimur.
Kára Rasmussen, ráðslimur.

Kára umboðar Sjóvar kommunu, Alfred Nes kommunu og Pætur, Henning og Alma Runavíkar kommunu.

Sambært løgtingslóg no. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er ásett í § 6, stk. 2, at kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan økið skulu fremjast.

Samsvarandi lógarheimildini valdu kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar og Runavíkar – at skipa eitt felags eldraráð fyri allan fjørðin, svarandi til tað økið, sum Roðin fevnir um og varðar av. Kommunurnar hava eftir valið, sum lógin og viðtøkur Roðans fyriskriva, valt eitt politiskt stýri, sum vegna hesar stjórna samtakinum og hava ábyrgdina fyri Roðanum, m.a. búskapinum í samtakinum í mun til tær játtanir, sum veittar verða økinum úr kommunukassunum.

Eldraráðið hevur sínar egnu viðtøkur, men í mun til kommunurnar, stýrið og dagligu leiðsluna hevur eldraráðið ein ráðgevandi leiklut. Ráðið er valt fyri eitt 4 ára skeið.

Fríggjadagin var ráðsfundur í hølunum hjá Vesturskini á Toftum. Jóngerð Guttesen, leiðari Roðans, greiddi frá virkseminum, og stýrisformaðurin, Tórbjørn Jacobsen, greiddi frá ymsum viðurskiftum Roðanum viðvíkjandi. Greitt var, at partarnir eru sinnaðir at fara undir eitt stimbrandi samstarv, teimum eldru til fyrimunar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo