40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Elinborg er songkvinna úr Syðrugøtu. Í 2015 gav hon sína fyrstu útgávu út, sum kallast Spor. Ep’in var væl móttikin og síðani hevur Elinborg spælt nógvar konsertir kring landið, og fekk enntá heiðurin sum ársins live einstaklingur ella bólkur á FMA 2016.

Elinborg er nú aftur tøk við nýggjari útgávu. hesaferð er talan um eina nýggja EP, ið kallast “Landið sum eingin sær’’ og eina vinyl, ið samlar báðar útgávurnar “Spor” og “Landið sum eingin sær” á hvør síni síðu á somu LP.

Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava í felag lagt tónleikin til rættis. 

Útgávan er tikin upp í upptøkuhølunum hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv.

Jens L. Thomsen hevur miksað og Jan Eliasson hevur masterað’.

Til útgávukonsertirnar hevur Elinborg við sær: Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska.

Útgávukonsertirnar eru:

18. august í Maggies

19. august í Tøting

24. august í Reinsarínum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo