40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Hugnalig samkoma var í Dr. Ingridar Barnagarði í morgun, har tær báðar Elisabeth Clementsen og Guðrið Jensen vórðu heiðraðar fyri trúfasta tænastu.

Dr. Ingridar Barnagarður hevur nú verið ein fastur táttur í býarmyndini líka síðan 1950. Her er heimligt og fjálgt. Havnarfólk kenna hvønn krók, Bólið, Reiðrið og Látrið og uttanumøkið. Hesin stovnurin er eisini kendur fyri trúføst starvsfólk, ið trívast leingi í starvinum.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at hon hevði fingið eitt yvirlit yvir, hvussu leingi tær báðar hava starvast í Drottning Ingridar Barnagarði tilsamans. Og eftir hvat hon dugdi at telja saman er talan um eini tríati ár, sum alt verður talt við.

- Men uttan mun til, akkurát hvussu mong ár talan er um, so er eitt so langt tíðarskeið altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar okkum væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum, segði Annika.

- Trúfesti og áhaldni í starvinum hevur so ómetaliga stóran týdning. Og vónandi hevur barnagarðurin sum arbeiðspláss og Tórshavnar Kommuna sum arbeiðsgevari roynst tykkum væl.

- Tit hava so í øllum førum báðar verið her í meira enn kvarta øld. Um Guðrið vita vit, at hon er dugnalig uppá allar mátar, hon skipar dagliga fyri góðum sangi, og tað ger hon eisini til ymisk tiltøk, t.d. vitjanir á Ellisheiminum, tá jólakórið skal venjast og mangt annað. Hon dugir sera væl við fólki sum heild.

- Felags fyri tykkum báðar er, at børn, íð hava gingið her fyri mongum árum síðan, minnast tykkum. Elisabeth hevur arbeitt her síðan 1981, men hevur verið burtur onkuntíð inn í millum. Hon hevur serligt barnatekki, mátin, hon kan siga søgur, syngja og vera um børnini uppá, er fantastiskur.

- Báðar eru tit kendar fyri at vera sera umsorganarfullar og eru eisini vælumtóktar ímillum foreldrini og starvsfelagarnar. Tit hava báðar verið tveir serligir dýrgripir fyri stovnin. Og í dag kunnu vit bara fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trivist, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon handaði eina viðurkenning frá kommununi.

Væl av fólki var samankomið og Guðrið kvittaði fyri heiðurin við at taka gittaran og at fáa øll at syngja "Tillukku til tín" fyri borgarstjóranum, sum hevur føðingardag í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo