Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Regluligi eykaaðalfundurin á heysti hjá Sev hevur í dag samtykt at hækka elprísin fyri allar kundar við 5 oyrum pr. kWt komandi ár.

Príshækkingin kemur í kjalarvørrinum á fráboðaða økta oljuavgjaldinum hjá landsstýrinum, sum fer at tyngja raksturin hjá Sev við 30 mió. kr.

Ein triðingur av øktu útreiðslunum verða funnar í rakstrinum, meðan restin verður fíggjað við at hækka elprísin komandi ár.

“Ætlanin var ikki at hækka elprísin”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður, “men tíverri bleiv tað neyðugt.”

”Vit harmast um soleiðis at fáa álagt eitt kostnaðarmikið umhvørvisgjald fyri at gera rúm fyri skattalætta. Tað hevði givið meining, um peningurin fór til grønar íløgur, sum kundu ført Føroyar enn longri fram móti einum burðardyggari samfelag, men so er ikki.

Eykagjaldið á tungoljunýtslu tyngir um raksturin hjá Sev og tvørrar møguleikunum hjá Sev at gera neyðugar íløgur.

Orkuskiftið krevur nógv av elframleiðsluni, og ikki minni av elnetinum. Stórar íløgur standa fyri framman fyri at tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist. ”

Príshækkingin fær gildi 1. januar 2024.

Nevndarfrágreiðing til eykaaðalfund 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo