40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi vera í Føroyum í mai komandi ár, er avlýst - Mynd: Maria Ziskason Nesá

EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi vera í Føroyum í mai komandi ár, er avlýst - Mynd: Maria Ziskason Nesá

EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi vera í Føroyum í mai komandi ár, er avlýst - Mynd: Maria Ziskason Nesá

FSF: – Vit eru sjálvandi ótrúliga hørm um, at kappingin er avlýst. Genturnar hava vant rættuliga nógv og hart hetta seinasta árið, so tær kundu vera so væl fyrireikaðar sum tilber til kappingina. Venjaratoymið og hópurin hava lagt ómetaliga nógva orku í hetta, og leikliga hevur liðið flutt seg rætta vegin. So tað er ræðuliga stórt spell, at tær nú ikki sleppa at royna seg móti teimum allar bestu hesaferð.

Soleiðis sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF, í samband við, at UEFA hevur avgjørt at avlýsa EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi vera í Føroyum frá 2. til 14. mai 2021.

Orsøkin til avlýsingina er koronafarsóttin, sum nú herjar kring heimin. Altjóða fótbóltssamgongan metir ikki tað vera ráðiligt, at kappingin verður avgreidd í mai mánað komandi ár, sum støðan er í løtuni.

– Genturnar eru sjálvandi skuffaðar um avgerðina, men nú ræður um, at tær ikki fella í fátt. Tað fer tó neyvan at henda, tí talan er um nógvar evnaríkar fótbóltsspælarar, sum vit uttan iva koma at síggja meir til í framtíðini.

– Tað er als ikki óhugsandi, at fleiri av hesum gentunum fara at gera seg galdandi á U19- og A-landsliðnum. Tað vænti eg heilt erligt at fleiri av teimum fara at gera. Nú mugu vit bara vóna, at tað ikki gongur alt ov lang tíð, til vit fáa møguleikan aftur at vera vertir fyri einari so stórari kapping, sum eitt endaspæl fyri yngru landsliðini er, sigur tekniski stjórin í FSF.

Í samband við at EM-endaspælið skuldi verða í Føroyum, var ætlanin at skipa fyri ymiskum átøkum til frama fyri menningina av gentu- og kvinnusíðuna. Hesi átøk verða tó partvís gjøgnumførd, og verður kunnað meir um hetta í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo