40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag skrivaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og varaløgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, undir avtalu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Havn.

Trýstið á veganetið í Havn er vaksið og serliga týdningarmikið er at skipa innkomuna til Havnar soleiðis, at ferðslan glíður trygt, lætt og væl. Hetta verður nú gjørt við einum innkomuvegi við fleiri frákoyringum.

Hetta fer ikki einans at lætta trýstið á Hvítanesvegin/Eystara Ringveg, men av tí at øll ferðslan til vesturbýin og ferðslan til eitt nú Gomlurætt fer omanfyri býin, lættir tað trýstið á allar trongarnar, ið nú eru eitt nú í Óluvugøtu, á Sundsvegnum, rundkoyringini á Hálsi og á Villingardalsvegnum.

Í avtaluni verður m.a. sagt, at byrjað verður við at gera eina rundkoyring við fýra greinum, frákoyringum, oman fyri Sandvíkarhjalla. Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk.

Vegurin gongur frá rundkoyringini og yvir til eina rundkoyring við Villingardalsvegin og Sundsvegin. Herímillum eru fleiri íbindingar. Frá Villingardalsvegnum verður ein tunnil gjørdur til Hotel Føroyar.

Har, sum tunnilin kemur út, verður ein rundkoyring gjørd við fýra greinum, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá einari grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin.

Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til Sandoyarleiðina.

Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur. Ætlanin er at bjóða verkætlanina út beinanvegin. Verkætlanin er mett at kosta 288 milliónir krónur.

Tórshavnar kommuna ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum. Stuðulin frá landinum til verkætlanina verður tilsamans í mesta lagi 110 mió. kr., sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.

Lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku og fyri býráðið á komandi býráðsfundi.

Avtalan um uttara ringveg kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo