Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Endin á fosturtøkuni

Spurningar:
1. Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað?

Viðmerkingar:
Flestu sjúkrahús í grannalondum okkara hava skipaðar mannagongdir fyri, hvat verður gjørt við tey fostur, sum verða tikin við fosturtøku. Hesar mannagongdir eru ymiskar eftir aldrinum fostrið hevði, tá fosturtøkan varð framd, men tær eru eisini ymiskar frá sjúkrahúsi til sjúkrahús.

Dentur tykist verður lagdur á virðiliga viðferð av og virðing og tign fyri deyða barninum - og fyri ynski foreldranna.

Landsstýriskvinnan verður biðin um at greiða frá, um slíkar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum, og hvussu hesar eru, um hesar mannagongdir t.d. eru ymiskar eftir aldrinum hjá fostrinum, og um føroysk foreldur fáa fostur útflýggjaði til sjálvi at fáa hesi jarðaði, um biðið verður um tað.

Tvey dømi um skipaðar mannagongdir hjá donskum sjúkrahúsum ljóða soleiðis:

1: ”forældrene kan vælge at få det døde foster udleveret og selv sørge for begravelse. Men det kan være svært for mange forældre, og derfor bliver langt de fleste aborterede fostre sendt ud af Universitetshospitalet som biologisk affald.”

2: ”Forældrene kan selv vælge, om det aborterede foster skal nedgraves af hospitalet på en kirkegård, om de selv vil forestå en begravelse eller bisættelse, eller om de ønsker, at fostret skal bortskaffes som medicinsk affald.”

Á Løgtingi, 29. apríl 2024
Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo