Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á myndin f.v. Hergeir, Búgvi, Kristian, Per, Júst

Á myndin f.v. Hergeir, Búgvi, Kristian, Per, Júst

Á myndin f.v. Hergeir, Búgvi, Kristian, Per, Júst

Innsent: Undirtøkan var góð, tá fjepparar hjá enska fótbóltsfelagnum Newcastle United í Føroyum høvdu stovnandi aðalfund. Aðalfundurin varð hildin í Landskrona Sports Bar.

Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, varð føroyska fjepparafelagið hjá Newcastle United endurstovnað í dag. Fjepparar úr øllum landinum hittust í Landskrona Sports Bar seinnapartin sunnudagin og eftir aðalfundin var dystur á skránni. Hóast tepurt tap, so var lagið gott í fjepparaleguni, tí avrikið var gott og framtíðin er bjartari enn hon hevur verið, síðani tíðarskeiðið undir Keegan mitt í 90-árunum.

Aðalfundurin valdi fimm fólk í nevndina. Teir ið manna nevndina eru Júst Trygvason, formaður, Hergeir Eldevig, peningarøkil, Kristian Eysturoy, skrivari, Per Heinason og Búgvi Øster.

Endamálið við fjepparafelagnum er at stuðla Newcastle United FC og at skapa samanhald millum fjepparar í Føroyum. Fjepparafelagið fer at arbeiða fyri at fremja áhugan fyri og kunnleikan til fótbóltsfelagið Newcastle United í Føroyum. Ætlanin er í hesum sambandi at hava tiltøk, tá dystir eru, og at skipa fyri fótbóltsferðum til heimavøllin á St. James’ Park. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo